„Tú hevur skapt okkum til Tín, og okkara hjarta er hvíldarleyst, inntil tað finnur hvíld hjá Tær.” Augustinus
Menniskjað serstakt
Menniskjað er krúnan á skaparverkinum, skapt í mynd Guds. Og skapt við greiðum endamálum.
Tá ið Gud hevði skapt sjógvin, sólina, djórini o.s.fr., stendur skrivað, at Gud sá, at tað var gott (1. Mós. 1, 25). Og tá ið menniskjað var skapt, var tað sera gott (vers 31).
Dávid sigur í einum av sálmum sínum hesi vøkru orð um menniskjað: …táið eg síggi himmal Tín – verk fingra Tína – mánan og stjørnurnar, ið Tú hevur gjørt, hvat er tá menniskjað, at Tær kemur tað í hug, menniskjabarnið, at Tú tekur Tær av tí! Tú gjørdi tað lítið lægri enn Gud, við heiður og dýrd krýndi Tú tað (Sálm. 8, 4-6).
Menniskjað er nakað heilt serstakt og kann ikki setast í sama bás sum djórini og restin av skaparverkinum. Menniskjað er skapt í mynd Guds og krýnt við dýrd. Hetta er sera grundleggjandi í kristnu læruni um menniskjað (antropologi).
Endamál
Gud signaði menniskjað og gav teimum uppgávuna at fylla jørðina (1. Mós. 1,28). Hann vildi, at jørðin skuldi fyllast við menniskjum, sum eru skapt í mynd Guds. Menniskjað var berari av Guds dýrd og eginleikum.
Gud setti menniskjað í eitt umhvørvi við njóting og samljóði. Tað er rættiliga sigandi, at orðið Eden á frummálinum hevur merkingina njóting/vælvera. Gud setti menniskjað at dýrka og varðveita urtagarðin í Eden. Hetta var eitt gott arbeiði, fylt við njóting og meining.
Gud hevur skapt okkum og kallað okkum at liva í inniligum samfelagi við Seg. Tað er at liva í Hansara nærveru. Vit eru sett at avspegla Hann og fylla jørðina við Hansara dýrd og at dýrmeta Hann.
Øll menniskju hoyra heima hjá Gudi. Tað er í Hansara nærveru, at vit trívast, mennast og liva tað sanna og innihaldsríka lívið.
Fallið, men ikki gloymt
Men menniskjað var ólýðið móti Gudi og fall í synd. Hóast menniskjað varð dálkað og smittað av syndini, vóru tey framvegis Guds krúna á skaparverkinum og avmynd Guds. Avmyndin varð avlagað av syndini, men bleiv tó ikki burtur.
Øll menniskju hava nakað guddómligt í sær. Menniskjað bleiv fortapt, men ikki gloymt av Skapara sínum. Gud koyrdi ikki menniskjað í skrell, tá ið menniskjað hevði gjørt uppreistur ímóti Gudi. Guds ætlan og dreymur við menniskjanum var framvegis í Hansara hjarta. Gud vildi endurreisa menniskjað og alt skaparverkið.
Bjarging og uppreisn
Jesus var Guds bjarging og endurreisn fyri øll menniskju og alt skaparverkið. Gud gjørdist menniskja og kom sjálvur at endurreisa Sín elskaða skapning (Mark. 10,45). Hann vildi endurloysa, seta í frælsi, øll menniskju (Ef. 1,7).
Jesu deyði og uppreisn var byrjanin til Guds endurreisn fyri øll menniskju og alt skaparverkið, øll samfelagsøki og sambond millum menniskju.
Upprunaliga endamál Guds við menniskjanum, sum var at ráða yvir jørðini og fylla jørðina við Síni dýrd, varð við Jesusi av nýggjum sett á dagsskránna.
Skaparverkið tráar eftir frælsi og upprunaligu dýrdini (Róm. 8,19-21). Ofta leggja vit so stóran dent á tað einstaka menniskjað, at vit hava lyndi til at gloyma, at frelsan og endurreisnin umfatar alt skaparverkið. Latið okkum síggja bæði einstaka menniskjað og heildina, tí hetta er Guds sjónarhorn.
Gud hevur gjøgnum Jesus opnað fyri øllum vegin inn til Hansara hjarta og nærveru. Nær hjá Honum er dýrd Guds. Har hoyra vit heima.
Dýrd HARRANS skal opinberast, og alt hold skal fáa tað at síggja – tí muður HARRANS hevur talað. (Es. 40,5).
Skrivað hevur Rúni Rasmussen