Verið altíð glaðir! Biðið uttan íhald! Takkið í øllum førum! 1. Tess. 5:16-18a
Vit hava í hvussu er nógv at gleðast um, tá ið vit eiga Jesus sum Harra og Frelsara, og tá ið vit minnast alt, ið Hann hevur gjørt fyri okkum, og ikki minst tá vit hugsa um, at vit eiga ein Himmal, sum bíðar okkum.
Men hvussu er tað, tá ið vit fáa mótgongd av ymiskum slag; er tað tá altíð lætt at vera glaður? Nei, men gleði í Harranum er av heilt øðrum slag enn tann í heiminum.
Jesus sigur í Jóh. 14:27: Mín frið gevi eg tykkum - ikki eins og heimurin gevur. Vers 17 sigur: Biðið uttan íhald! Hvussu kunnu vit tað? Í Matt. 6:6 stedur: Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til Faðir tín, sum er í loyndum, og Faðir tín sum sær í loyndum, skal gjalda tær.
Ja, men hvat meinast tað so við - uttan íhald? Bæði tá ið vit fara inn í kamar okkara, og tá ið vit eru í tí dagliga arbeiðinum, ja, altíð kann okkara andi hava samband við Gud; ja, áðrenn vit opna munnin, veit Hann, hvat okkum tørvar.
Vers 18: Takkið í øllum førum! Hetta er ómetaliga týdningarmikið, tí hvussu nógv hava vit ikki at takka fyri? Hvussu ofta hava vit fingið bønarsvar og gloymt at takka?
Í Lukas 17 lesa vit um teir tíggju spitalsku, sum Jesus grøddi, og Hann var syrgin, tá bert ein kom aftur at geva Gudi heiðurin. Legg til merkis, at har stendur: -takka í øllum førum-. Vit eiga at takka altíð, eisini tá vit ikki síggja nakað bønarsvar, tí Gud veit best sjálvur, hvussu Hann skal hjálpa okkum, og Hann veit altíð, hvat er best fyri okkum.
Skrivað hevur Sólrun Abrahamsen