Grøðir Gud í dag?
Sonja I. Jacobsen, 27.02.2019

Er tað bíbilskt at biðja um grøðing? Ja!

 

Á morgunmøtinum sunnumorgunin 24/3 talaði Jastrid Høj um grøðing. 

Jastrid byrjaði við at seta hesar spurningar, og kom hon síðani inn á sínar upplivingar við sjúku, og hvussu Gud hevur grøtt. 

 

Jesus grøðir enn í dag, hann er veruleiki, vit hava brúk fyri at uppfríska hettar; hann ynskir at grøða í dag. Tað er í pakkanum frá Golgata….frelsa, útfrían og grøðing.

 

Jastrid kom inn á, hvør Harrini Gud er, og hvat Guds nattúra er:

2. Mós. 15:26: Eg eri Harrin, sum grøðir teg…

Mal. 3:6: Eg Harrin eri ikki broyttur.

Hebr. 13:8: Jesus kristus er í gjár og í dag og til ævigar tíðir hin sami.

 

Vit hava brúk fyri at minna okkum á, hvør Gud er, og hvat vit eiga í honum. Vit hava brúk fyri at minna okkum á hettar, tí lívsroynir kunnu gera, at vit missa dirvið, tí vit byggja okkara trúgv á lívsroyndir heldur enn at trúgva Guds orði.

 

Hvar hyggur tú?

Jastrid tosaði um, at vit hava brúk fyri at hyggja uppá Jesus, tí fíggindin roynir at fáa okkum at fokusera á tað, sum vit síggja - negativar royndir og tað, sum vit føla, men bíblian lærir okkum at hyggja uppeftir, upp á Jesus. 

 

Hvat sigur Guds Orð?

Í Rom. 10:17: So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists.  

Tí er umráðandi, at vit lesa og brúka tíð í Guds orði, tí tað er livandi.

 

Jastrid kom eisini inn á, hvat Guds orð sigur um grøðing, hvat Guds náttúra er. Her nevndi hon 4 meginreglur út frá 2. Mós. 15:26: 

«Lýður tú rødd Harrans, Guðs tíns, og gert tað, sum rætt er fyri honum, og lurtar eftir boðorðum hans og heldur allar fyriskipanir hans, tá skal eg onga av teimum sóttum leggja á teg, sum eg læt koma yvir Egyptar; tí at eg, Harrin, eri tann, ið grøðir teg

 

Vit mugu lurta, gera, akta og halda hansara boð fyri at uppliva grøðingina. Tað er her, at orðið Jehova Rapha kemur inn.

Vit eru dýrt keypt. Tað lesa vit í kendu versunum í Jes.53.4-5. Vit hava brúk fyri at blíva mint á hettar. 

 

SOZO
Jastrid nevndi, at vit í nýggja testamenti síggja Griska orðið ”SOZO”, sum merkir grøðing og frelsa. Í Róm, 10:9 ”so skalt tú verða fresltur (SOZO).” og í Mark.6:56 ”og øll, ið numu við Hann, vórðu grødd (SOZO).” Tað vil siga, at frelsa og grøðing koma frá sama orði.

 

Jastrid kom eisini inn á dømi um grøðing í Gamla Testamenti, út frá 2. Kongabók 5, 1-9 um Náaman. Her er eisini grøðing og frelsa samanknýtt.

Jastrid nevndi eisini um ta tíð, Jesus brúkti av sínum lívi og tænastu uppá grøðing. Her nevndi hon dømir úr Matt: 4, 23-25, har Jesus grøddi hvørja sjúku og ilsku hjá fólki. Í Matt: 9, 35 og 10,1 gav Jesus lærusveinum vald á hinum óreinum andunum og at grøða hvørja sjúku. 

 

Tað er Jesu hjartalag at grøða. Hann hevur ein kærleika til okkara. Matt:14:14 - har tekur Jesus hjartaliga synd í fólkinum, og grøddi tey, ið sjúk vóru. Jesus grøddi menninskju, tí hann elskaði tey. 

 

Pætur lýsir eisini Jesus tænastu í Áps. 10.38, har Jesus grøddi øll… 

Lærusveinarnir gjørdu eisini tað sama í Ápostlasøguni kap. 3 og kap. 5. 

 

Jastrid tosðai eisini um lívið hjá Smitt Wigglesworth, hansara tænastu og ta ávirkan, sum hann hevði á allan heimin. Hann tosaði nógv um grøðing.

Vit eru kallað til at gera tað sama. Í Mark 16, 17-18 stendur, at hesi tekin skulu flygja teimum, sum trúgva. Her stendur eisini, at tey skulu leggja hendurnar á sjúk, og tey skulu verða frísk. 

 

Jastid endaði við at siga, at um vit trúgva, so kunnu vit eisini biðja fyri sjúkum, tí tað er ikki okkara egnu orð, men tað er Guds orð, sum sigur tað, og tað er Guds kraft, sum grøðir.  

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar