Sálmur 23: Harrin er hirði mín
Eg eri uppvaksin í einum góðum og tryggum heimi á Strondum, har eg sum heilt ung gjøgnum mín elskaðu mammu lærdi at kenna Jesus. Ikki ein dagur fór framvið, har tað ikki varð lisið í Bíbliuni og biðið. Faktiskt slapp eg ikki í skúla, fyrr enn hetta varð gjørt. At mamma mín var áhaldin í bøn og at lesa Orðið, spælir ein stórum leiklut í, at eg eri frelst í dag. Tað er ikki líkamikið, hvat vit leggja niður í okkara børn! Tað ein hoyrir, sær og lesur um, er tað, sum kemur uppaftur. Tí er tað sera umráðandi at leggja tann góða grundarsteinin í børnini; grundsteinurin, sum er Harrin Kristus, sannleikin og lívið.
Nakað eftir at eg varð blivin 13 ár, hendi nakað, eg ongantíð hevði ímyndað mær. Mamma mín doyr í einum ferðsluóhappi, og eg siti við síðuna av henni og upplivi alt. Mítt lív kollveltist uppá ein dag. Hóast hesa ræðuligu hending, havi eg altíð fylgst við Jesusi, og eg havi ongantíð verið ill ella givið Gudi skyldina fyri óhappið, tí Gud er ein góður Gud.
Sum árini gingu, og eg bleiv eldri, hevði eg pakka mammu mína og ferðsluóhappið langt niður onkrastaðni í mínum høvdi. Eg vildi faktiskt ikki tosa við nakran um hana, ikki ein gongd vildi eg hoyra hana nevnda. Av tí orsøk syrgdi eg ongantíð yvir hennara deyða. Síðani giftist eg, og ein nýggjur og góður kapittul byrjaði í mínum lívi. Bert nakrar mánaðir eftir at vit giftust, fekk eg eina depritiónin, sum kollvelti okkara lív. Hóast eg var mett til at hava eina lætta depritión, kendist tað nógv verri enn tað. Eg hevði so ilt í sálini. Har var einki at gera, eg mátti opna meg, tosa um kenslur; mammu mína, sum eg hevði goymt so langt burtur.
Lívið var alt annað enn lætt hesa tíðina, men eg mátti gjøgnum sorgina. Hjáárinini av depritiónini var ótti fyri at doyggja. Tvey tey fyrstu árini, eftir at vit giftust, vóru strævin. Eg hevði onga orku, át næstan ikki, og kiloini ræslaðu av mær, og eg var alt annað enn glað. Tann lætta loysnin hevði møguliga verið bara at lagt seg at sova dagarnar burtur. Hóast hetta, fekk eg eina trongd at søkja Harran ígjøgnum hetta tíðarskeiðið, og gav hetta mær orku til at ganga nógvar túrar. Tá eg var heima, vaskaði eg bara húsini dagin langan. Tí um eg setti meg, komu bert neiligir tankar. Seinni gjørdi eg av at fara at ganga til ambulantar viðgerðir hjá sálarfrøðingi. Hetta hjálpti mær at gera upp við tey tingini, eg hevði verið úti fyri.
Nú, tá eg hugsi aftur á tíðina í mínum lívi, síggi eg, at um eg ikki søkti Harran og bað so nógv, sum eg gjørdi, so hevði depritiónin møguliga verið nógv sterkari, og vandi verið fyri, at eg hevði mist mína frelsu – ikki tí Gud hevði tikið hana, men at eg hevði slept Honum og harvið frelsuni. Tó segði eg oftani við við Gud, at “eg vil ikki ganga ígjøgnum hesa pínuna, tak tú hetta frá mær nú”. Tað, sum eg eisini dugi so væl at síggja í dag, er, at Guð var altíð nær, Hann slepti mær ongantíð. Eg mátti í gjøgnum hesa prosessina fyri at kunna syrgja og sakna uppá tann rætta mátan. Skil meg rætt, eg ivist ongantíð í, at Guð ikki vildi taka hesa pínuna frá mær í einum. Men Hann vísti mær á, at summi ting mugu vit ígjøgnum fyri at koma sigrandi út í hinum endanum.
Boðskapurin við yvirskriftini "Lat ikki tína fortíð stýra tíni framtíð" er, at vit sum menniskju koma út fyri nógvum avbjóðingum her í lívinum. Avbjóðingarnar eru ymiskar; summar eru størri enn aðrar. Lívið kann tykjast órættvíst, og ofta stendur mann eftir við spurninginum “hví júst eg?”. Eg gekk í mong ár og lat meg stýra av míni fortíð. Eg avmarkaði meg sjálva. Tað vóru nógv ting, ið eg vildi uppliva og royna, fyri síðani at fara aftur í meg sjálva og hugsa; “nei, tað kann eg ikki; hugsa um alt eg havi verið í gjøgnum, tað kann eg ikki, eg tori ikki, eg dugi ikki!”
Kennir tú teg í einum aldudali, har fortíðin er myrk og keðilig, so er tað fyri Jesus líkamikið. Gev tað til Hansara. Tak Jesus við í øllum, einki er ov stórt – og einki er ov lítið, at Hann ikki kann hjálpa og loysa trupulleikan. Tað eri eg eitt livandi prógv um. Bíblian tosar um, at Hann, sum er í okkum, er sterkari enn tann, sum er í heiminum (1. Joh. 4:4). Og Filippubrævið 4:6 biður okkum ikki stúra, men at tráa eftir at koma fram fyri Gud við ákallan og bøn við tøkk. Vit mugu taka avgerðina at loyva Jesus framat lívi okkara. Vil eg bróta burturúr tí støðu, eg eri í, hjálpir Harrin okkum, um vit søkja Hann. Rópa á Hann, og Hann skal svara tær. Sum dagar tínir eru, skal styrki tín vera.
Skrivað hevur Astrid-Maria í Lág Thomsen