Ein føroysk fløga er júst útkomin við sangtekstum hjá Åge Samuelsen.
Leygarkvøldið 16. febr. kl. 21 verður útgávukonsert í KÍ høllini í Klaksvík.
Men hvør var hesin norski sangskrivarin? Tann 17. august í fjør var ein sangløta í Kelduni, har fleiri av sangunum hjá Åge Samuelsen vórðu framførdir. Í hesum sambandi hevði Símun Absalonsen nakrar hugleiðingar, sum hann kallaði: Hvør var Åge Samuelsen?
Tað, sum Símun bar fram í Kelduni um lívssøguna hjá Åge Samuelsen, kann lesast niðanfyri:
Hvør var Åge Samuelsen?
Eg havi lisið nakrar lívssøgur hjá kendum sálmaskøldum. Sum t.d. Fanny Crosby, Lina Sandell og Brorson. Tá ein kennir lívsumstøðurnar hjá hesum yrkjarum, fær boðskapurin í sangunum eina serliga tyngd. Í dag skulu vit steðga á og hyggja nærri at lívssøguni hjá Åge Samuelsen.
Tað kundi óivað verið skrivað ein spennandi skaldsøga um nærum hvørt menniskja, sum hevur livað. Kristna trúarlívið hevur sínar serligu avbjóðingar. Her møta vit okkara skapara, her møta vit medmenniskjum, og her skulu vit helst eisini finna okkum sjálv. Nýggja testamentið minnir okkum aftur og aftur á at stremba eftir kærleika og einleika.
Ymiskt er, hvussu samkomur og kirkjur megna at liva við tí ymiskleika, sum altíð eyðkennir tann hóp, sum knýtir seg at einum trúarrætningi ella samkomu. Mangar eru lívssøgurnar, og vit kunnu helst læra av teimum øllum. Ævisøgan um Åge Samuelsen er einki undantak. Hon er áhugaverd, spennandi, stundum so skemtilig, at tú flennir hart, men stundum koma so myrkir skuggar á leiðina, at ein hevur hug at fella tár.
Men hvør var Åge Samuelsen? ”Kært barn har mange navne”, verður sagt. Og Åge fekk nógv spjøldur hongd á seg. Evangelisturin, profeturin, skemtarin, spiloppmakarin, entertainarin, artisturin, trubadururin, tónleikarin, sangskrivarin o.s.fr. Hann varð elskaður av mongum, og mong elskaðu at hata hann. Nú meira enn 30 ár eftir deyða hansara, er tað kanska lættari at gera eina sakliga eftirmeting av lívi hansara.
Åge Samuelsen varð borin í heim í Skien 23. januar 1915. Hann var triðelstur í einum barnaflokki uppá átta. Hann vaks upp undir sera trongum fíggjarligum korum. Sum barn var hann likamliga veikur og sjúkligur, og hann dugdi ikki at ganga, fyrr enn hann var umleið fimm ára gamal. Illa dugdi hann at tosa – hevði talufeil. Og eingin professionel hjálp var at fáa. Hesin trupulleiki gjørdi, at hann varð nógv happaður, bæði av børnum og tilkomnum. Barnaárini vóru beinhørð.
Mamma hansara hevði framúr góð tónleikaevni, og Åge arvaði hesi evni. Mamman gav honum ein guittar, tá Åge var 15 ára gamal, og so kom sangur og tónleikur á dagsskrá. Guittarin bleiv vinurin og fylgisveinurin. Hann stovnaði tónleikabólkar saman við vinmonnum, og saman ferðaðust teir runt – spældu og sungu. Rúsdrekka fylti tíverri nógv í hesum umhvørvi, og Åge var ungur, tá hann fekk trupulleikar av misnýtslu. 16 ára gamal kom hann undir ávirkan av evangelisku vekingarrørsluni í Skien, men lív hansara helt kortini fram eftir gomlum mynstri. Tá Åge var 25 ára gamal, varð Noreg hersett av týskinum. At síggja fremmandar hermenn í gøtunum í heimbýnum Skien setti síni spor – ein kensla av máttloysi. Áðrenn kríggið var av, kom Åge undir sterka evangeliska ávirkan. Seinni lýsti hann hetta altíð sera einfalt. ”Jeg mødte Jesus”! Broytingin var total. Við egnum orðum sigur hann tað soleiðis:
Eitt vakurt summarkvøld í 1944 kom eg fullur heim úr býnum. Eg gekk framvið einum húsi, har nøkur kristin hildu møti. Tey sungu og spældu. Vindeygað stóð opið, og egsteðgaði at lýða á. Eg vónaði ikki at nakar sá meg. Eg leyp tí uppum ein garð og legði meg aftanfyri nakrar runnar at lurta.
Meðan eg lá har, hoyrdi eg tey syngja: Ger sál mína hvíta sum nýfallið snjó. Tá byrjaði eg at gráta. Og eg segði við Gud: Í morgin skal eg blíva frelstur. Eftir at hava prógvað fyri mínum egnu grannum og ikki minst myndugleikunum, at Jesus hevði umbroytt mítt lív, tveitti eg meg út í verkið at vinna sálir fyri himmalin.
Drykkjuvísir og verðsligar vísur vórðu skiftar út við hallelujasangir. Fólk í Skien sóu, at her var stór broyting hend. Tað var, sum at Lasarus var vaktur upp frá deyðum.
Fyri hvítusunnusamkomuna Tabernaklet í Skien og hvítusunnurørsluna í Noreg sum heild, kendist Åge Samuelsen sum eitt frískt lot. Hvítusunnurørslan kom til Noreg í 1907 við Thomas Barratt og gjørdi eina sanna innrás í norskt trúarlív. Men eftir at Barratt var deyður í 1940, tyktist tað at vera trupult at lyfta arvin eftir Barratt. Hvítusunnurørslan hevði stabiliserað seg sum fríkirkja í norskum trúarlívi. Åge tyktist at hava nakað, sum eyðkendi pionertíðina hjá hvítusunnurørsluni. Åge hevði fólkatekki, var óformellur, boðskapurin var einfaldur. Sálvhátíðarligur var Åge Samuelsen ongantíð. Stutt sagt – hann vann hjørtuni. Skulu vit seta eina náðigávu á Åge Samuelsen, er tað eingin ivi í, hvør gávan var. Åge var evangelistur av Guds náði.
Åge virkaði í Skien, men ferðaðist runt í Noreg, og stórir skarar komu saman fyri at hoyra tann syngjandi trubadurin. Men slíkt hendir ikki uttan avbjóðingar. Åge leiddi mong menniskju til frelsaran, ikki minst fólk, sum hoyrdi til útstoytta samfelagsbólkin, har sum Åge sjálvur hevði verið. Tað er næstan sum tikið úr Lukas evangelii: Allir tollarar og syndarar hildu seg nær at honum at hoyra hann, men bæði hinir skriftlærdu og fariseararnir knarraðu….
At skapa náttúrligt samband millum vekingarmøtir øðrumegin og sakramentir, bíbliufrálæru og meira siðbundnan kristindóm hinumegin, hevur altíð verið ein avbjóðing.
Åge hevði sín stíl. Tann hása sangrøddin var kanska ikki beinleiðis vøkur, men røddin hevði sjarmu og hita, og mong elskaðu at hoyra hann syngja. Tær mongu single og LP pláturnar, hann gav út, seldu sum heitt breyð.
Åge gekk ikki inn fyri tí siðbundna. Hann dróg mangan fram, hvussu vanakristindómur legði bond á fólk og tók frælsi frá teimum. Tað hevði hann partvíst rætt í, men kanska fór hann onkuntíð ov langt við sínum speisemi og atfinningum …..
Prædikur hansara høvdu stundum ikki sørt undirhaldsvirði. Åge var sjónleikari. Hann kundi t.d. í eini talu siga:
-Sum ungur varð eg mangan tikin av politinum í Skien. Og politiið kundi siga við meg:
-Nú Åge ert tú nú aftur fullur?
- Fullur, eg veit ikki rættiliga.
- Men tað mugu vit finna útav, segði løgreglumaðurin.
So teknaði løgreglan við kriti eina beina hvíta striku á gólvið í politistøðini.
- Og so kom mín alkoholtest. Eg skuldi ganga eftir hvítu strikuni.
Áhoyrarin veit ikki rættiliga, hvar Åge er, ella hvat hann vil við hasi myndini. Og Åge letur tilvitað áhoyraran bíða í spenningi. Hann heldur fram.
”At byrja við tók eg heilt smá fet eftir hvítu strikuni, sum ein fitt lítil omma. Tað gekk gott at byrja við, men so gekk tað ikki meira, tí eg var ávirkaður …. (og eftir tøgn í eina løtu rópar Åge í mikrofonina) ….. og eg eri framvegis ávirkaður. HALLELUJA.”
Fyrst nú skilja fólk boðskapin. Tað er trupult at fylgja hvítu strikunum hjá vanakristindómi, um ein er ávirkaður av nýggja víninum.
Einaferð, hann prædikaði um Móses og tornarunnin, segði Åge, at tað var nú gott, at Móses ikki var í prestakjóla, tá hann nærkaðist tornarunninum, tí so hevði kjólin ikki verið heilur.
Åge var satirikari. Men broddurin var mangan óneyðuga hvassur, kanska meira enn Åge sjálvur gav sær far um. Hann fekk óvinir, og tað var kanska ikki so løgið.
”Min barnedåp og konfirmasjon var bara blasfemi, og prestens døde religion kann ingen glede gi….”
”Skriftenes Jesus i Ordet befalte: La deg begrave i rikelig vann. Og jeg fikk gjøre som han til meg talte. Begraves i dråper går slett ikke an….”
Slíkir polemiskir og ágangandi sangtekstir eru helst skrivaðir, tá mótstøðan frá tí etableraða kristindóminum hevur kenst harðast….
Fríkirkjunar fingu eisini at smakka koyrðilin frá Åge: ”Et dryss av menigheter med hvert sitt hyklernavn…”
Men eru slíkir tekstir gagnligir? Og hvat er endamálið??
Einaferð skuldi eitt møti við Åge sendast beinleiðis í norskum úrvarpi. Ein teknikari spurdi hann sera kurteisliga, um hann ikki kundi lata vera við at rópa so hart, tá hann talaði:
Åge svaraði: - Hvis jeg skriker for mye, so får dere trekke en sekk over mitt hoved.
Sjálvspeisemi sást stundum aftur í sangtekstunum, sum t.d. í hesum orðum:
Noen siger jeg er gal – så vulger og så banal,
Men du skjønner jeg er kun eg original.
Tað fríska lotið, sum við Åge Samuelsen var komið inn í hvítusunnurørsluna, hevði við tíðini ment seg til eina ódn. Sjálvt fyri eina fríkirkju við nógvum hallelujasangum, bleiv tað ov nógv av tí góða.
Í 1957 kom tað til eitt brot við hvítusunnurørsluna, og Åge stovnaði tá rørsluna Mara Nata. Hann segði sjálvur, at hann vildi halda fram við hellelujalinjuni. Mara Nata rørslan fekk ávísa undirtøku í Noreg, men nú noyddist evangelisturin og stovnarin Åge lutvíst at átaka sær uppgávuna sum organisator og hirði – og tað er ivasamt, um hetta var hansara náðigáva.
Hóast Åge á pallinum hevði eitt lætt sinni og dugdi væl at flætta skemt inn í sína tænastu, so hevur hann avgjørt havt sínar tungu løtur. Ein norskur filmur varð gjørdur í sekstiárunum um ein prædikumann, sum í veruleikanum var ein manipulerandi religiøsur kvakksalvari. Åge var ikki í iva um, at hetta var eitt persónligt álop á seg. Slík álop raktu meint, og tað neit fast.
Helst manglaði Åge ein mentor, ein hirða, har hann kundi lagt sínar frustratiónir og fingið nøkur góð ráð og kanska rættleiðing. Men Åge stríddist einsamallur, og ein fær ilt í sálina at lesa um hetta trupla tíðarskeiðið í lívi hansara.
Mangt er sagt og skrivað um hesa tíð í lívinum hjá Åge Samuelsen, og tað man vera lítið gagnligt at ríva upp í mongum av hesum. Men tað er einki dulsmál, at sum ungur hevði Åge roynt at funnið troyst í fløskuni, og henda freisting bankaði nú aftur uppá. Åge upplivdi nú tíðir við tunglyndi.
Her hevði ein mentor komið væl við. Men kanska dugdi Åge ikki nóg væl at lurta.
Nú komu nakrir ósigrar á leiðina, sum vit ikki skulu koma nærri inná. Fyri Mara Nata rørsluna bleiv lívsstílurin hjá Åge nú ein sera stór avbjóðing, og Åge upplivdi nú einaferð enn at vera ”kirkjutapari”. Hann stovnaði tí Vekkeropet Mara Nata, men henda rørslan fekk ongantíð nakað veruligt kjølfesti í norskum trúarlívi. Åge tyktist at vera ein einari, sum ikki passaði inn nakrastaðni.
Í áttatiárunum keypti Åge Samuelsen Dalen Hotel í Telemark. Ætlanin var at brúka hetta sum miðstøð í kristiligum arbeiði. Men henda verkætlan rendi seg í stórar fíggjarligar trupulleikar, sum man hava nívt tungt og neyvan longt um lívsskeiðið hjá Åge. Tann 29. nov. 1987 fekk Åge ein hjartatilburð, og tað var meira enn hansara viknaða jørðiska tjaldbúð megnaði at bera. Åge Samuelsen var nú fluttur úr teimum jarðisku skuggunum inn í friðin og ta ævigu hvíluna.
Kåre Kristiansen, sum var norskur oljumálaráðharri undir Willoch stjórini, prædikaði til jarðarferðina hjá Åge Samuelsen.
Kåre segði m.a. í síni gravtalu, at Åge kom sum eitt ódnarverður inn í norskt trúarlív. Hann var ein eldsál á prædikustólinum og brendi fyri tí, hann boðaði. Men møtti tú honum persónliga, var hann mildur, høviskur, ja, hann kundi vera nærum umberandi. Aftanfyri jarðskjálvta, toruslátt og snarljós búði ein bleyt og viðkvom mannasál.
Tað løgna við ævisøgum er, at eftirtíðin ofta metir heilt øðrvísi enn samtíðin. Er tað áhugavert at granska samtíðina hjá Åge, so er tað ikki minni áhugavert at lesa mongu eftirmælini, tá nøkur ár eru liðin. Åge hevði óvanlig evni sum sálmaskald. Fleiri sálmar vóru hegnisliga klæddir í ein skaldsligan búna. Helst vóru summir sangteksir betri óskrivaðir, tá mótburður var, og Åge yrkti um stríðspurningar. Men tann stóra og ríka sangskattin gav hann okkum, meðan eyga hansara var fest á Jesus. Evangelisku sangperlurnar er mangar.
Sorgfull så ofte i verden jeg var,
Tung var den byrde av synder jeg bar.
Men da i gråt jeg ved korset fall ned,
Fyltes mitt hjerte med fred.
Jesus er livet for meg. Lyset Han er på min vei.
Alt jeg behøver, det har jeg i Ham. Jesus er livet for meg.
Ápostulin sigur soleiðis um trúarskattin. ”Men henda skatt hava vit í leiríløtum, fyri at hin ómetaliga kraft skal vera frá Gudi og ikki frá okkum…”
Leirílætið Åge Samuelsen kundu vit tosað leingi um, men leiríløtini hjá okkum øllum eru veik, ófullkomin og forgeingilig. Lat okkum tí heldur til seinast savna okkum um skattin í leirílætinum - Kristus í tykkum vón dýrdarinnar, sum Nýggja Testamentið tekur til.
Og hvør er skatturin í leirílætinum Åge Samuelsen? Tað er sangskatturin um Jesus. Hesin skattur frá Åge er farin um landamørk og trúarmørk – og røkkur bæði tí hákirkjuliga og langt inn í tann meira konservativa veingin í evangeliska landslagnum, har vit annars avgjørt ikki meta, at Åge Samuelsen náttúrliga hoyrdi heima.
Tað er við sorgblídni, at vit í dag kunnu staðfesta, at hallelujasangirnir hjá tí manni, sum í 1957 hevði eina so víðgongda hallejujalinju, at tað bleiv ov mikið fyri pinsarørsluna, hesir somu sangir verða í dag sungnir og fagnaðir yvir øll trúarmørk, og dømini eru mong. Í 2015 gav brøðrasamkoman í Føroyum út nýggja sangbók. Ímillum innihaldið eru sjey sangir av Åge Samuelsen. Harímillum er eisini tann rættiliga lívligi sangurin: ”Jeg er herlig løst og fri….”.
Og hóast Åge ikki altíð tosaði so vakurt um norsku fólkakirkjuna, so hevur ein sálmur frá honum fingið innivist í norsku kirkjusálmabókini. Og skuldi eg her til seinast valt eina serliga sangperlu frá Åge Samuelsen, sum framum allar hevur hugtikið meg, so er tað júst tann sangurin, sum í 2013 fekk innivist í Norsk Salmebok. Yrktur ein sunnudag seinnapart í 1947, tá 32 ára gamli Åge Samuelsen var á vitjan í Oslo.
Åge segði sjálvur, at hann var troyttur tann dagin og fekk sær ein seinnapartslúr í einum privathúsi. Í svøvni ella dreymi hoyrdi hann sang. Hann leyp á føtur og festi orðini á blað. Sangurin er seinni umsettur til fleiri tungumál og verður eisini nógv sungin á føroyskum. Sangteksturin talar fyri seg:
Å Jesus du som fyller alt i alle,
Som rik på miskunhet og nåde er.
Jeg lik Maria for din fot vil falle,
for intet hvilested er skjønt som her.
Min Frelser kjær, ditt skjønne navn jeg nevner.
Ifra mitt hjertes dyp jeg priser deg.
Og alle tvilens mørke skyer revner.
Din nådesol skal gjennomstråle meg.
Jeg er jo skjult i dine sår og vunder.
Ditt ord nu er blitt lykte for min fot.
Når du meg fører inn i prøvens stunder,
Din Hellig Ånd skal gi meg kraft og mot.
La ilden alltid i mitt hjerte brenne,
fyll du meg mere med din kjærlighet.
Så jeg igjen kan andre sjeler tenne,
i brann for deg som skjenker liv og fred
Jeg intet annet ønske har på ferden
enn brått å være deg et ærens kar.
At jeg må være lys og salt i verden
og skinne som en stjerne ren og klar.
Du er mitt alt, O Jesus du er livet,
hva enn meg møter du min lovsang er.
Du har jo himlens herlighet meg givet,
i evighet skal jeg få være der.
Mynd tikin av netinum