Matt. 19:16-24.
Tá kom ein til Hansara og segði: "Meistari! Hvat gott skal eg gera fyri at fáa ævigt lív?" Hann segði við hann: "Hví spyrt tú Meg um hitt góða? Bert ein er, sum er góður. Men vilt tú ganga inn til lívið, so halt boðini!" Hann spurdi: "Hvørji?" Jesus svaraði: ""Tú mást ikki drepa; tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki stjala; tú mást ikki bera rangan vitnisburð"; "ær faðir tín og móður tína!" og: "Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.""
Hin ungi maðurin segði við Hann: "Alt hetta havi eg hildið; hvat fattast mær enn?" Jesus svaraði honum: "Vilt tú vera fullkomin, so far og sel tað, ið tú eigur, og gev fátækum tað! Tá skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!" Men táið hin ungi maðurin hoyrdi hetta, fór hann tungur avstað; tí hann var ógvuliga ríkur.
Tá segði Jesus við lærisveinar Sínar: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Torført er ríkum at koma inn í ríki Himmiríkis. Ja, Eg sigi tykkum: Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds!"
Tað virkar sum hesin ungi maðurin gjørdist eitt offur fyri sjálvrættvísi og kærleika til ríkidømi. Hann følir seg sjálvrættvísan, tí hann hevur hildið lógina og trýr, at hann nú hevur rætt til ævigt lív - uttan Kristus og uttan at vera eitt nýtt menniskja (endurføddur). Vit mugu minnast til, at nýggja pakt krevur umbroyting av hjartanum (innara rættvísi), ikki holdinum (uttara). Sjálvt um hann hevur hildið alla lógina, hevur hann enn sítt gamla hjarta og kærleika til ríkidømi, og Jesus veit tað. Tá ið Jesus setir hann andlit til andlits við tað, velur hann sín pengagud; yvir Jesus og ævigt lív.
Tað ger Gud vandlátan, tá ið vit hava okkara tørv nøktaðan av pengum, heldur enn av Honum, og Hann vil ikki kappast. Tað er so freistandi at hava álit á pengum, tí tað er so ítøkiligt og lættliga nýtiligt til at nøkta okkara tørv. Tað er tí, Jesus segði, at tað er nærum ógjørligt hjá ríkum at koma í Himmiríkið. Tú kanst ikki koma til Jesus, uttan at tú ert villigur at uppgeva alt, og at uppgeva ríkidømi er eitt tað torførasta. Tað er tí, at tað krevur eina Guds handling at gera tað ómøguliga og opna ríkmanna eygu. Ríkidømi kann vera ein sovorðin tølandi snerra. Vit skulu tæna Gudi og brúka pengar, men tað kunnu vit ikki, uttan vit eru eitt nýtt menniskja. At vera fødd av nýggjum og at yvirgeva okkum til anda Kristusar í okkum, er tað, sum ger tað ómøguliga møguligt.
Minst til, at uppgeva alt ikki neyðturviliga vil siga at missa alt ella altíð at skula selja alt. Tað handlar nógv meiri um, hvat fyllir títt hjarta, og tað at kunna vera leysur av tí. Tað er møguligt at selja alt, og tað framvegis fyllir títt hjarta; tað er ikki at uppgeva alt í Guds eygum. Gud má vera meira týðandi enn nakað annað samband ella lutur, og vit mugu velja at liva við opnum hondum, vitandi at Gud kann taka tað burtur, nær tað skal vera, og tá tað passar Honum, og tá vilja vit framvegis elska og hava álit á Honum.
Sálm. 49:5-14. Orðt. 11:4,28. Matt. 13:22. Luk. 12:13-21. 1.Tim. 6:6-10, 17-18
Skrivað hevur Sonni Johannesen