Blóman
Ein blóma kann síggja út á ymiskan hátt. Summar eru veikar, og ađrar eru meira sterkar. Onkrar blómur standa í øllum veđri, og ađrar brotna ella eru skirvisligar.
Vit vita øll, hvussu vakrar og bergtakandi blómur kunnu vera. Aloftast tá tær standa í sínum besta blóma, krúnan er væl opin og vísir sínar vakrastu litir, sum eru ymiskir, og mangan visti ein ikki av, at liturin var til.
Vit kunnu samanbera okkara lív við eina blómu. Vit sum menniskju eru eins og blómurnar rættiliga ymisk. Nøkur okkara eru fødd viđ likamligum veikleikum og onnur viđ veikari psyku. Nøkur eru likamliga væl fyri, og psykan er inntakt og sterk. Onnur vera rakt av sjúku, ella ađrar avbjóđingar liggja á leiđini. Men hvat og ikki, so eru vit eitt menniskja, sum rúmar eina rúgvu av kenslum, sjálvirđi, sjálvsáliti, andans gávum og talentum.
Tey, sum kenna meg, hava sæđ og hoyrt, at eg í gjøgnumtr 3 ár - serliga síđstu 2 árini - havi havt tađ trupult. Diabetessjúkan hevur lopiđ á mítt likam og rakt meint, tí eyguni eru blivin vánalig.
Um eg hyggi aftur á mína blómu, so bleiktrađi hon og sveiggjađi og styrktist væl, tók seg fram á ymiskum leiđum, kundi síggjast millum hinar blómurnar.
So hvørt sum sjúkan rakti meg, so fullu bløđini av eitt og eitt, og stelkurin gjørdist berur. Hetta kennist so, tí tađ, eg var, eri eg ikki longur - eg eri, men kann ikki í sama mát. Tađ arbeiđið eg elskađi, er eisini gloppið mær av hondum.
Jú, mangt kann koma á eina lívsleiđ. Vælvitandi, at øll fáa vit mangar stoytir, fáa onkur knekk, liva í skeiðibana ár út og ár inn.
Í hesi oyđimarkarferđ, eg kalli tađ, hevur Harrin ikki vikiđ frá mær. Hann hevur giviđ mær mong lyftir, víst Seg fyri mær og boygt Sítt oyra til mín og hoyrt mína rødd. Tá ein livir á slíkari ferđ, kennist alt so turt rundanum ein, tađ gert meir og meir eyđsýnt, at eg eri aleina á ferđini fram, og bert Jesus kann hjálpa og bøta uppá.
Tá ein er í hesi truplu og turru tíđ, er tađ týđningarmikiđ at søkja inn í orðiđ og soleiđis vatna sálina og styrkja hana; vera í bøn og lurta eftir Guds rødd, sum kann upprætta teg aftur.
Í hesi tíđ havi eg serliga livað í hesum trimum versum. Mong vers eru góđ og styrkjandi, men hetta hevur giviđ mær slagkraftina ígjøgnum dagin.
Es. 41:10 - Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Jóh. 14:27 - Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!
Filip. 4:13 - Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Verið signađ í Jesu navni!
Skrivað hevur Oddvør Berg Abrahamsen