Sálm. 103:2-5
“Lova Harranum, sál mín, og gloym ikki allar vælgerðir Hansara! Hann er jú tann, ið fyrigevur allar misgerðir tínar og grøðir allar sjúkur tínar, sum loysir lív títt frá grøvini og krýnir teg við náði og miskunn, sum mettar sál tína við tí, ið gott er, so tú yngist upp aftur sum ørnin.”
Nú vit eru komin inn í eitt nýtt ár, kann ein líta aftur á árið, sum fór. Hjá okkum hevur 2018 verið eitt hendingaríkt ár, okkurt hevur verið gott og okkurt minni gott. Tað besta, vit upplivdu í farna árinum, var at gerast foreldur.
Dávid syngur í sálminum: “Lova Harranum, sál mín, og gloym ikki allar vælgerðir Hansara!” Tað kann vera skjótt, at vit gerast so upptikin av onkrari hending, at vit gloyma at takka Harranum fyri alt tað góða, Hann ger og gevur, og lova Honum, sum hevur frelst okkum frá synd og deyða.
Kanska 2018 hevur verið eitt strævið ár fyri teg? Kanska tú hevur kent til sjúku ella deyða í familjuni? Ella kanska tú hevur havt onkra hending, ið hevur tikið fokusið frá Harranum? Ofta gerast vit menniskju so upptikin av okkum sjálvum, at Gud kemur í aðru røð, heldur enn at vera fremstur í lívi okkara! Jesus sigur, at um onkur vil vera Hansara lærisveinur, so má hann avnokta seg sjálvan, taka upp kross sín og fylgja Honum eftir. Við tað at vit velja at geva Gudi fyrsta plássið, so er alt okkara lív í Hansara hondum (sí Matt. 6:33). Eg trúgvi, at tað er umráðandi, at vit javnan steðga á og minna okkara sál á at lova Harranum og somuleiðis lata Andan ráða í okkara lívi og ikki sálina.
Orð Guds lærir okkum “Livið í Andanum”. Ofta stríðast vit menniskju í okkum sjálvum, kanska tí vit ikki vilja avnokta okkum sjálv? Tað kann vera ringt ikki at hava kontroll sjálv, men soleiðis er tað, Gud vil hava, at vit liva; eftir Hansara Anda og ikki okkara holdi, og at vit líta fult og fast á Hann. Hvat kann vera betri enn tað? Jesus sigur við okkum, at vit ikki skulu stúra fyri morgindegnum, okkara materiella tørvi ella øðrum líknandi. Vit skulu bert líta á, at Harrin tekur sær av okkum á sama hátt, sum Hann gjørdi, tá Hann stóð við lið Dávids í bardaganum móti Goliati! Hann hevur eisini lovað okkum, at Hann altíð er við okkum líka til enda tíðarinnar (Matt. 28: 20). Og um Gud er við okkum, hvør kann tá vera ímóti okkum? (Róm. 8: 31)
Latið 2019 vera árið, har vit minna sál okkara á at lova Harranum!
Skrivað hevur Torkil Nielsen