Lívsárstíðir og lívsvirðir
Sonja I. Jacobsen, 17.12.2018

Jes. 40, 8: Grasið visnar, blóman følnar, men orð Guðs várs stendur allar ævir.

 

1. Pæt. 1, 24-25: Tí at: alt kjøt er sum gras og øll tess dýrd sum blóma á grasi; grasið følnar og blóman fellur av; men orð Harrans varir um allar ævir. Og hetta er tað orðið, sum er tykkum boðað í gleðiboðskapinum.

 

Várið kom, alt bleiv ljósari og ljósari, sólin kom longur og longur upp á himmalin og hitaði luftina, og tað kendist sum ein grøðing fyri alt okkara likam. Allar blómurnar komu upp úr svørtu moldini, tær strektu seg upp ímóti bláa himinum, tær byrjaðu at lata seg upp í øllum sínum vakurleika; tjøldrini komu heim av fjarleiðum og hugaligt var at hoyra teirra klipp. 

Várblómurnar stóðu eina stutta løtu fyri síðani at lata seg aftur og fara aftur í moldina.

 

Summarið kom, aðrar blómur komu upp úr moldini og prýddu urtagarðin; ein sonn frøi fyri eygað, lukt og allar okkara sansir. 

Ein gleði at vakna upp hvønn morgun til hendan Gudgivna vakurleika, sum skapar nakað í okkum, men saman við vakurleikanum, so kemur eisini ókrútið, og verður tað ikki lúkað burtur, so tekur tað yvirhond; tað kann leggja seg sum ein dúkur um allan urtagarðin og forðar fyri, at tað, sum vakurt er, fær loyvi til at koma fram; tað vil kvala tær vøkru blómurnar.

 

Summarið fór eisini, kvøldini byrjaði so smátt at blíva myrkari, og so kom heystið, og luftin bleiv kaldari; blómurnar byrjaðu at lata eg aftur og detta til síðis, bløðini á trøunum blivu brún og fingu heystlitirnar, og skjótt lógu øll bløðini í urtagarðinum, og trøini stóðu ber og sóu út, sum um tey vóru følnaði, men undir moldini strekkir rótin seg og ger seg klára til eitt nýtt vár.

 

Veturin er komin, tó enn ikki við kulda og kava, men vátir, harðbalaðnir, myrkir og illsligir dagar. Tó eru dagar, sum eru vakrir, stillir, og sólin kagar fram. Tað er, sum um ein gloymir teir keðiligu dagarnar; ein verður drigin út í vøkru natúruna - tað spegilsklára vatnið og tann reyðliga luftin, tey stoltu fjøllini, hvat kann verða vakrari.

 

Nakað stendur fyri framman; vit síggja ljós, sum byrjar at koma upp í gluggar og urtagarðar; hetta skapar eina væntan og eina gleði í hesi myrku árstíð; vit fyrireika hátíðina at: ”Okkum var ein frelsari føddur, sum er harrin Kristus”. Vit byrja at hugsa um gávur, at gleða okkara kæru við.

Hví hugsa vit um gávur og at gleða onnur í samband við jólini ? 

Tað er tí, at so nógv elskaði Gud heimin, at Hann gav sín einborna son til at doyggja fyri okkum og taka alla heimsins synd á sítt likam, og ein og hvør sum trýr á Hann, skal ikki glatast, men hava ævigt lív.

 

Hetta var ein gáva, eitt so stórt offur til ta falnu mannaætt, men Gud visti, at Hansara sonur skuldi rísa upp aftur triðja dagin. Gud gav tað besta, sum hann átti til okkum, og Jesus gekk lýðin hendan vegin; hann kendi faðirsins vilja og ætlan.

 

Hetta er tað, sum jólahátíðin snýr seg um - Gud gav - og vit fyrireika okkum at geva nakað av okkum sjálvum til tey, sum vit eru góð við.

Jólini er ein hátíð, har vit fyrst og fremst ynskja at hava okkara kæru rundan um okkum, gleðast saman við teimum, geva teimum ta bestu gávuna, líkasum okkara pápi í Himli  gav okkum ta bestu gávuna.

 

Tó eru nógv menniskju, sum kenna einsemi - serliga um jólahátíðina. Tað eru særdar familjur; onkur sum hevur mist maka, barn, ella skilnaður bleiv á onkran hátt, sjúkan kanska rakti so meint. 

Sorgin kom inn í heimið.

 

Hetta einsemið ger meira um seg hesa tíðina, tá øll síggja út til at vera glað; øll renna og hava nógv um at vera, tí alt skal jú gerast, áðrenn jólini koma.

Lat okkum spyrja okkum sjálv: “Havi eg tíð at hyggja rundan um meg, geva eitt gott orð, eitt smíl, eina tænastu?” Tað kostar onki!

 

Jesus segði: “Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!” Jóh. 14,27

 

Aftan á langa veturin, kemur várið aftur:

Mark. 13,28: Men lærið líknilsið av fikutræinum. Tá ið gróðurin er komin í greinarnar, og leyvið fer at spretta, tá skilja tit, at summarið er í nánd.

 

Skrivað hevur Oddvør Marita Jacobsen

Sí fleiri greinar