Nøgdsemi
Sonja I. Jacobsen, 04.12.2018

Ja, saman við nøgdsemi er gudsóttin stórur vinningur! 1. Tim. 6,6.

 

Í vikuni hevði Kringvarpið eitt áhugavert tema um at vera lukkuligur, har vanlig fólk og ein serfrøðingur søgdu, hvat tey hildu lukkuna vera. Tey flestu halda, at tað at vera lukkuligur er, tá familjan, maki og børn, hava tað gott. Tað er sjálvandi eisini av stórum týdningi. Serfrøðingurin, ein sálarfrøðingur, helt, at ein møguleiki fyri at finna lukkuna, er at liva sambært virðunum hjá sær. Tað hevur tí týdning at finna út av, hvørji virðini hjá okkum eru. Hetta ljóðar sera skilagott og er, eisini hjá okkum kristnu, ein góð meginregla at liva eftir. 

 

Bíblian hevur eisini boð uppá, hvussu lukkan kann finnast. Í 1. Timoteusarbrævi kemur Paulus við einum boði. Nøgdsemi er eitt stórt tema fyri okkum í vesturheiminum, har ein lutfalsliga stórur partur livir í materiellari yvirflóð. Leitanin eftir lukkuni fyllir nógv, men ofta verður leitað í skeivum støðum. Ein av yndisskemtarunum hjá mær, Jim Carrey, er endurgivin fyri at siga, at hann kundi hugsað sær, at øll gjørdust rík og kend, fyri at tey skuldu funnið út av, at tað ikki er tað, sum tað snýr seg um.

 

Versið í 1. Timoteusarbrævi leggur upp til, at vit liva saman við Gudi og eru glað fyri tað, vit hava. Hava vit klæðir og mat, skulu vit vera glað fyri tað, heldur hann, og heldur enn at søkja materielt ríkidømi, skulu vit stevna eftir rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, toli og spakføri, sum øll eru sera grundleggjandi virðir í kristindóminum. 

 

Latið okkum liva í gudsótta og nøgdsemi og stevna eftir at vaksa andaliga. Mika 6, 8 sigur tað soleiðis: Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!

 

Skrivað hevur Erland Tvørfoss

Sí fleiri greinar