Kraftin í Jesu blóði
Sonja I. Jacobsen, 20.11.2018

Eitt tað týdningarmiklasta evnið at vera upplærdur í sum trúgvandi, er kraftin í Jesu blóði. Tí tá ið vit veruliga hava skilt hesa kraftina, kunnu vit av sonnum vera frí.

 

Í upphavi skapti Gud himmal og jørð - 1. Mós. 1:1. Vit hava øll hoyrt skapanarsøguna, um tá ið Gud skapti alt. Hann skapti menniskjað, og alt var gott. Gud ger ikki robottar, men skapti menniskjað við fríum vilja. Tá ið ormurin freistaði Evu og Ádam, høvdu tey ein frían vilja til at siga ja ella nei - at akta eftir orminum ella at akta eftir Gudi. Sum vit vita, so aktaðu tey eftir orminum, og av hesum blivu tey koyrd út úr Edens hava, og brotnaði forholdið millum menniskjað og Gud. Og av hesum syndafalli bleiv djevulin herhøvdingi yvir hesum heimi.

 

Av tí at djevulin varð herhøvdingin í hesum heimi, fyltist heimurin við synd. Vit vita, at Gud hatar synd, og bað Gud Nóa um at byggja eina ørk, tí Hann vildi leggja alla jørðina undir við vatni fyri at gera enda á tí syndafullu ætt. So álvarsliga sær Gud uppá synd, og hendan støðan, sum hesi menniskju vóru í tá, er tann sama, sum vit menniskju eru í í dag, um vit ikki hava tikið ímóti Jesusi. Líka sum tey tá máttu fara inn í ørkina fyri at blíva bjargað, soleiðis mugu vit eisini taka ímóti Jesusi fyri at blíva bjargað. 

 

Men Gud hevði eina ætlan. Vit lesa longu um hesa ætlan beint eftir syndafallið í 1. Mós. 3:15, og verður hetta kallað proevangelium. Men Gud byrjar hesa ætlan við at kalla á Ábraham og sigur við hann, at ígjøgnum hann skulu allar ættir á jørðini verða signaðar - 1. Mós. 12:1-3. Ígjøgnum Ábraham kom Ísraelsfólk, og seinni í Egyptalandi vuksu tey í tali og blivu eitt stórt fólk. Vit minnast søguna um Móses, hvussu hann leiddi Ísraelsfólk út úr Egyptalandi. Tríggjar mánaðir seinni gjørdi Gud sáttmála við Ísraelsfólk, og Móses sletti blóðið av offurdýrunum á fólkið. Hetta máttu tey gera hvørt ár fyri at dekka útyvir syndirnar hjá Ísraelsfólki. Men hetta strikaði ikki út syndina, men bara dekkaði útyvir.

 

Men hesin sáttmálin var bara fyribils. Hetta var bara ein mynd av tí, sum skuldi koma. Gud lovaði, at ein dag skuldi Hann gera ein nýggjan sáttmála við hús Ísraels og við hús Juda, sum vit lesa um í Jeremias 31:31-34. “Eg skal leggja lóg Mína í sinni teirra og skriva hana í hjarta teirra..””...- tí eg skal fyrigeva misbrot teirra og ikki longur minnast synd teirra”. Og hetta var júst tað, sum hendi, tá ið Jesus kom í hendan heim. Jesus kom í hendan heimin til at vera tað fullkomna offrið, sum skuldi strika út heimsins synd einaferð fyri allar, við tað at Hann lat blóð Sítt renna og doyggja fyri okkum á krossinum.

 

Ígjøgnum Jesu blóð hava nú vit, sum vóru heidningar, fingið lut í hesum sáttmála, við tað at vit eru gróðursett saman við Ísraelsfólki, og er tað gingið út, sum Gud segði við Ábraham, at í gjøgnum hann skuldu øll fólkasløg verða signað. Vit hava fingið syndanna fyrigeving. Gud hatar framvegis synd, men tá ið Gud hyggur at okkum, sum hava tikið ímóti Jesusi, sær Hann, at vit eru reinsað við blóði Jesusar. Ígjøgnum blóð Jesusar hava vit nú atgongd til hásæti náðinnar, sum vit lesa í Hebrearabrævinum, og kunnu vit við dirvi koma fram fyri ásjón Guds. Ígjøgnum Jesu blóð kunnu vit liva eitt sigrandi lív, tí Jesus vann sigurin fyri okkum, tá ið Hann lat blóð sítt renna á krossinum.

 

Djevulin vil altíð koma og ákæra okkum og royna at stjala hendan sigurin frá okkum, og tí er tað so umráðandi, at vit veruliga skilja kraftina í blóði Jesusar. Tað er so umráðandi, at vit veruliga skilja, at tá ið vit hava tikið ímóti Jesusi, eru vit fullkomiliga reinsað, og hava vit eisini vunnið fullkomnan sigur, við tað at Jesus vann sigurin fyri okkum. So djevulin hevur onga kraft yvir okkum, sjálvt um hann roynir at fáa okkum at halda tað. 

 

Sum eg segði í byrjanini, so er kraftin í blóði Jesusar eitt tað týdningarmesta evnið at vera upplærdur í sum trúgvandi. Tí tá ið vit veruliga hava skilt hesa kraft, kunnu vit av álvara liva eitt sigrandi lív.

 

Skrivað hevur Álvur Fuglø Christiansen

Sí fleiri greinar