Sum áarstreymur tíðin fer
Sonja I. Jacobsen, 06.11.2018

Og nærri fossinum tað ber, tess skjótari tað gongur.

 

Tað er so ótrúliga satt, sum Terje B. Vestergaard syngur í tí sigandi sanginum, sum Hans Jacobsen, verfaðir hansara, hevur yrkt. 

 

Hesi orðini eru ikki bara viðkomandi, tá vit koma upp í árini, men fyri øll. Tað kom eg at hugsa um, tá ið eg lurtaði eftur tí sera góðu sendingini Credo, við Eydnu Skaale, sum sjálvt um hon er syrgilig, er so ótrúliga lívsjáttandi.


Eydna hevur nýliga mist onkasonin, Benjamin, sum einans gjørdist 12 ára gamal.
Hon sigur, at tað er vorðið so ítøkiligt, hvussu avmarkað lívið er, at vit øll skulu doyggja, og hvussu týdningarmikil tann kristna vónin er. Tá ið sorgin rakar, er tað tað einasta, tú hevur at hanga teg í; uttan vónina er alt meiningsleyst. Hon greiðir frá, hvussu tómt alt er, nú hann er farin. Eingin orð kunnu linna. Hon nevnir eisini, hvussu stóran týdning gerðir hava at siga; at fólk rundan um tey handlaðu í praksis. Hetta fær meg at hugsa um tað, sum stendur í Gal. 6, 2: Berið byrðar hvør hjá øðrum og uppfyllið soleiðis lóg Krists.


Benjamin gjørdist fjølbrekaður undur føðingini. Mammubeiggin segði, at tá hann varð føddur, grótu øll um tað ússaliga lívið, hann fór at fáa. Nú hann var farin, grótu tey um, hvussu hann so dyggiliga hevði prógvað, hvussu skeivt tey høvdu.

 

Hetta fær meg at hugsa um tað, sum stendur í 1. Kor. 1, 27: men tað, sum heimurin heldur dárskap, valdi Guð sær út fyri at gera hinar vísu til skammar; og tað, sum heimurin heldur veikt, valdi Guð sær út fyri at gera hinar sterku til skammar


Í Gal. 6, 5 stendur: ”Tí at ein og hvør skal bera sína egnu byrði.” Eydna sigur, at tú fært eina byrðu, sum tú ikki vilt bera, men tú mást bera hana.
Hon greiðir frá, hvussu grundleggjandi hon er broytt; at hon verður aldrin aftur tann sama. Hon greiðir eisini frá, hvussu takksom hon er fyri, at tey fingu akkurát hendan sonin, og hvussu glaður hann var fyri lívið. Øll seta síni fótafet, og týdningurin av honum hvørvur ongantíð.

 

Hon sigur, hvussu ræðulig sorgin er, men endar við hesum sterku orðunum, ”men fyri at hava havt hann og alt tað góða, vit fingu við honum, so betali eg gjarna hendan prísin, sum sorgin gevur.”


Síðsta vers í sanginum, sum Terji syngur, ljóðar so:

Bert dagurin eg fekk í dag, tann einasti eg eigi, í Honum alt mítt eyga sær, á rætta leið meg leiði.


Fyrr hoyrdi eg ofta hendan sangin verða endurgivnan, og eg haldi, at hann er so ótrúliga góður:


Tab ikke modet, du kære,
for så er det dyreste tabt!
Gud har en lektie at lære
hvert menneskebarn, han har skabt.

Bag ved de tyngende gåder
og skæbnens forvirrede leg
er der én vilje, der råder,
en visdom, som altid ved vej.

Vi skal kun bie og bede
og bede og bie på ny.
Solen er allerlængst nede,
når dagen begynder at gry.

Korset, som tynged' din nakke,
kan blive din rigeste sang,
da kan det ske, du vil takke
for det, som du græd for engang.

 

Skrivað hevur Sólfríð Heinesen

Sí fleiri greinar