Í vikuskiftinum 16.-18. november fær Keldan forkunniga vitjan úr Svøríki.
Talan er um Christian Åkerhielm, ið hevur evstu ábyrgd av missiónsarbeiðinum hjá Livets Ord í Uppsala. Eitt arbeiði, sum fevnir um Eysturevropa, Afrika, Miðeystur og stórar partar av Asia.
Christian hevur ein sterkan vitnisburð um, hvussu Harrin kallaði hann úr einum tryggum greivasona-umhvørvi, til at fylgja Sær út á tær ofta buldrutu og ævintýrakendu missiónsmarkirnar.
Útyvir at hava umsjón við stóra missiónsarbeiðinum hjá Livets Ord, hava hann og konan, Catharina, sum eisini er við á vitjanini í Føroyum, m.a. verið trúboðarar í Russlandi ein stóran part av 90’unum og vóru fyrstu samkomuleiðarnir fyri Livets Ord í Moskva (1996-1998), ein samkoma sum í dag telur yvir 5000 fólk.
Hetta verður eitt sera áhugavert vikuskifti við fokus á missión, har møtini verða kryddað við sterkum vitnisburðum frá missiónsmarkini og við frágreiðingum um, hvat Harrin ger í fleiri av teimum mest útsettu londunum í heiminum í dag.
Møtini verða tulkað til føroyskt. Øll eru hjartaliga vælkomin. So set longu nú ein kross í kalendarin fyri vikuskiftið 16. - 18. november.
Skráin fyri møtini:
Fríggjadagin 16. nov. kl 20.00
Leygardagin 17. nov. kl 20.00
Sunnudagin 18. nov. kl 11.00 og kl 18.00