Gud stendur við opnum ørmum, líkamikið hvør tú ert, og hvat tú gert. Einasta treytin fyri at vera ein Guds borgari er, at tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú vera frelstur.
Í 1. Tim. 4,12 stendur:
Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika!
Gud hevur brúk fyri okkum á øllum økjum, og serliga har vit virka í dagligdegnum; á arbeiðsplássum, skúlum, barnagørðum, ítróttarøkjum og ikki minst í heiminum hjá okkum sjálvum.
Í 1. Krøn. 22:19 stendur:
Vendið tí nú hjørtum og sálum tykkara til at søkja HARRAN Gud tykkara, og farið undir at byggja halgidóm Guds HARRANS, so tit kunnu flyta sáttmálaørk HARRANS og heiløgu íløt Guds inn í húsið, sum byggjast skal í navni HARRANS.
Latið okkum savnast um at byggja á Guds ríki við Hansara fyridømum og boyggja okkara knø við einum opnum hjarta og óttast Gud. Tá kunnu vit byggja tað saman, ættarlið eftir ættarlið.
Í Ápost. 13, 26 stendur:
Tit menn, brøður, synir ættar Ábrahams, og teir ímillum tykkara, sum óttast Gud! Okkum er orðið um hesa frelsu sent.
Vit menn, óansæð aldur, hava eina stóra ábyrgd og eiga at ganga undan og biðja um frelsu og verju um okkara familju, soleiðis at familjan er undir Guds verju dagliga. Eisini hava vit ábyrgd at fáa gleðiboðskapin út, fyrst til okkara familju og síðan víðari byggja Guds kirkju, so hon er klár til, at brúðgommurin kemur at heinta sína brúður.
Gud kallar serliga á okkum í dag at standa stinnar í Guds orði og fyrireika okkara kirkjulið til tær avbjóðingar, kristindómurin fær frá heiminum. Men vit eiga samstundis at hvíla í, at tann sum er í okkum, er størri enn tann, sum er í heiminum.
Til tín sum ert ung/ungur, ikki stúra, men lít á Harran og traðka út á lyftið, Hann hevur givið tær, tí við Hansar hond er tú trygg/tryggur og verður vælsignaður undir Hansara leiðslu.
Aldur er bert eitt tal, eitt Guds barn er eitt Guds barn, óðansæð aldur.
Eg biði um, at Gud skal vera við okkum øllum, og má Guds kirkjulið vakna og vaksa.
Skrivað hevur Vinjard Johansen