Hvat talar Gud við okkum?
Sonja I. Jacobsen, 19.09.2018

Gud samskiftir við øll menniskju. Her fara vit at hyggja eitt sindur nærri at tí, sum Gud talar við Síni børn. Tað eru tey, sum hava gjørt Jesus til harra í sínum lívi og eru harvið lærisveinar Hansara. 


Vit kunnu býta Guds talu til okkara í tveir bólkar. Hin fyrri inniheldur tað, sum Gud talar til øll kristin. Hetta kunnu vit nevna Guds generellu talu. Seinni bólkurin inniheldur tað, sum Gud talar serstakt til ávís menniskju.

 

Her eru nøkur dømi úr Bíbliuni um Guds generellu talu:

 

Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglun­ um undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist! (1. Mós. 1,28).

 

Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðar­ innar. (Matt. 28,19-20).

 

Eg fari at lurta, hvat Gud HARRIN sigur; vissuliga talar Hann frið við fólk Sítt og við hini heiløgu Síni og við tey, ið venda hjartað til Hansara. (Sálm. 85,9).

 

Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Hann, sum hevur signað okkum við allari andaligari signing, í hinum himmalska, í Krist­ usi, eins og Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grund­ aður, at vera heiløg og ólastandi fyri ásjón Síni! (Ef. 1, 3-4).

 

Nei, í øllum hesum meir enn sigra vit við Honum, ið elskaði okkum. (Róm. 8,37).

 

Jesus, sum er Gud opinberaður í holdi, talaði og undirvísti um Guds ríki og hevði nógvar boðskapir, sum eisini eru ætlaðir til okkum. Her eru nakrir boðskapir frá Jesusi, sum kunnu bólkast sum Guds generella tala:

  • Tað reina hjartað sær Gud (Matt. 5,8)
  • Tit eru ljós heimsins (Matt. 5,14)
  • Liv í sátt og semju! (Matt. 5,23-25)
  • Fyrigev! (Matt. 6,14-15)
  • Søk Guds ríki fyrst (Matt. 6,33)
  • Døm ikki! (Matt. 7,1)
  • Bygg, so tú stendur! (Matt. 7,24-27)
  • Grøð sjúk! (Matt. 10,8; Mark. 16,18)
  • Elska við hjarta, sál og huga! (Matt. 22,37-38)
  • Tú kanst ikki tæna tveimum harrum (Luk. 16,13)
  • Eg elski teg! (Jóh. 3,16)
  • Drekk og lat livandi vatnið floyma til onnur! (Jóh. 7,37-39)
  • Liv í yvirflóð! (Jóh. 10,10)

 

Eg vil mæla tær til at lesa øll evangeliini og skriva niður allar boðskapirnar hjá Jesusi, sum tú fært eyga á. Teir eru nógvir og ymiskir. Tað tekur eina løtu, men tað er sanniliga vert tað! Guds tala gjøgnum Jesus við Heilaga Andanum er lívgevandi, kraftfull og rannsakandi.

 

Gud talar serstakt til ávís menniskju. Fleiri dømi eru í Bíbliuni um tað. Úr Bíbliuni kunnu vit nevna eina hending úr Ápostlasøguni (Áp. 8,26-40). Filip og fleiri aðrir lærisveinar prædikaðu evangeliið í nógvum bygdum í Samaria. Eingil talar við Filip og biður hann um at fara suður eftir; eftir einum oydnum vegi, sum gongur úr Jerúsalem oman til Gaza. Filip fór. Á leiðini var á ferð ein Etiopari, hirðmaður, sum var settur yvir allar skattir hjá Kandake drotning í Etiopia. Hann hevði verið í Jerúsalem og var á veg heimaftur í vagni sínum og sat og las Esaias profet. Og so lesa vit:

 

Tá segði Andin við Filip: „Far og halt teg nær at hasum vagni!“ Filip rann tá hagar og hoyrdi hann lesa Esaias profet; og hann segði: „Skilir tú tað, ið tú lesur?“ Hann svaraði: „Hvussu skal eg kunna tað, uttan onkur veg­ leiðir meg!“ Og hann bað Filip koma upp og seta seg hjá sær. Stykkið av skriftini, ið hann las, var hetta: „Eins og seyður varð Hann leiddur avstað at verða dripin, og eins og lambið tegir fyri honum, ið roytir tað, so letur Hann ikki upp munnin. Í tí at Hann varð settur lágt, varð dómur Hansara tikin burtur; og hvør kann siga frá ætt Hansara! Tí lív Hansara verður tikið burtur av jørðini.“ Hirðmaðurin tók tá til orða og segði við Filip: „Eg biði teg, sig mær: Um hvønn sigur profeturin hetta, um seg sjálvan ella um ein annan?“ Tá læt Filip upp munnin; hann gekk út frá hesum skriftstaði og kunngjørdi honum evangeliið um Jesus. (Áp. 8,29-35)

 

Hesin tilburður er eitt sera gott dømi um, at Gud talar serstakt til ein ávísan persón. Andin bað Filip fara til ávísan veg, og hoyrdi hann mann lesa úr Esaias. Maðurin skilti ikki tað, ið hann las. Men Gud hevði við Anda Sínum sent Filip til hirðmannin fyri at greiða honum frá frelsuni gjøgnum Jesus, sum brotið úr Esaias snýr seg um. Filip leiddi hirðmannin til frelsu. Og Hann bleiv doyptur og fór glaður víðari á ferðini (versini 38-39).

Vit síggja í hesum tilburði, at Gud talar til Filip. Filip hoyrir og lurtar. Og hann ger tað, sum Gud biður hann gera. Filip er lýðin. Og úrslitið var, at ein høgtstandandi embætismaður við miklum valdi varð frelstur og doyptur. Hirðmaðurin kom til trúgv á tann mann, sum hann las um í Esaias: Jesus.

 

Gud talaði ikki bert serstakt til tey, sum vit lesa um í Bíbliuni. Gud hevur talað serstakt gjøgnum alla søguna. Guds ítøkiliga tala til tín og mín er ikki steðgað! Als ikki! Óteljandi skarar av kristnum kunnu vitna um, at Gud hevur talað, og talar, serstakt og ítøkiliga til tey. Gud talar inn í umstøður og serstakar avbjóðingar, leiðir og rættleiðir, eggjar, troystar o.s.fr.

 

Tú stendur kanska í einari serliga truplari støðu í tínari familju, arbeiði ella í vinabondum. Gud sær tínar avbjóðingar og Hann vil hjálpa tær. Hann talar júst nú til tín. Hann beinir ikki allar trupulleikar burtur brádliga, men vil leiða teg við Sínari rødd og vísdómi ígjøgnum teir, og Hann vil venda alt til nakað gott (Róm. 8,28).

 

Teksturin er brot úr bókini Lívið nær Gudi, sum Rúni Rasmussen hevur skrivað. Forlagið Parakletos gav út í 2017.

Sí fleiri greinar