Hevur tú givið Guði ein kjans at svara?
Sonja I. Jacobsen, 11.09.2018

Helst hevur tú roynt tað: Tú stendur fyri eini avbjóðing, og tú stúrir fyri, um tað mann fara at ganga, tú gert alt, tú sjálv/ur ert ment/ur fyri at loysa støðuna, tú biðjur, tað hendir einki, og tú stúrir framvegis. Men hvussu langa tíð letur tú ganga eftir, at tú hevur biðið, til tú aftur fert at stúra, ella mundi tú sleppa stúranini yvirhøvur, tá tú bað? Og hvussu við áðrenn tú tókst til egnar kreftir, gavst tú nakrantíð Guði tíð at svara, gavst tú Honum nakran kjans?

 

Eg eri ein av teimum, sum dámar væl at hava alt uppi á pláss framman undan, so tá eg skuldi flyta til Danmarkar at lesa í summar, hevði eg tað einki gott við ikki at hava nakað stað at búgva. Fleiri mánaðar upp undir, at eg skuldi avstað, sat eg á heimasíðunum og kannaði, hvat nummar eg nú var á bíðilista til at fáa eina íbúð, men einki hendi. Eg gjørdist meira og meira ørkymlað, sum tíðin leið, og eg var eisini firtin um, at Guð ikki hevði svarað mínum bønum og givið mær eitt stað at búgva.

 

Men so varð eg mint á eitt brot í Bíbliuni, har Jesus í fjallaprædikuni sigur ”stúrið ikki!” (Matt. 6. 25-34). Í ørindi 30 stendur: ”Men tá ið nú Guð soleiðis klæðir grasið, sum í dag stendur á markini, men í morgin verður blakað í ovnin, man hann tá ikki mikið meira klæða tykkum ...?”, og alt fyri eitt fekk eg ein frið við, at Guð nokk skuldi syrgja fyri mær.

 

Men ørindið endar ikki har. Tey seinastu tvey orðini eru ”... tit fátrúnu”. Hevði stúranin fylt so nógv í mær, at trúgvin ikki slapp framat? Tí hevði eg verið full av trúgv, hevði jú ikki verið pláss fyri stúran.  Tí er tað, at eg spyrji: Gav eg nakrantíð Guði ein kjans at svara? Eg hevði biðið, men hevði eg eg bíðað?

 

Eftir hesa áminningina bað eg einaferð enn, men hesaferð lat eg stúranina liggja hjá Guði, tá eg hevði givið Honum hana, og tað gekk ikki lang tíð, áðrenn eg fekk svar. Nú eri eg komin til Danmarkar og siti í míni íbúð, eg sleppi at búgva í teir fyrstu mánaðarnar, og tá eg skal út higani, ivist eg ikki í, at Guð nokk skal finna mær eina aðra.

 

Skrivað hevur Hanna Skarðsá Poulsen

Sí fleiri greinar