Grát ikki einsamallur
Sonja I. Jacobsen, 27.08.2018

Í langa tíð havi eg verið hugtikin av, tá Jesus vakti Lázarus upp. 

Jesus hevði fingið at vita, at Lázarus var sjúkur, tó valdi hann at bíða í tveir dagar, áðrenn hann helt leiðina til Júdeu, har ið Lázarus var. Lázarus hevði ligið fýra dagar í grøvini, tá Jesus kom. Seinni í Jóh. kap. 11 lesa vit stytsta vers í bíbliuni: Jesus feldi tár. Jesus gekk móti einari grøv, har hann var á veg at vekja persónin upp, men tó græt hann. Hann visti, at Guð kundi rísa hann uppaftur.

 

Hann var til jarðarferð hjá ein av sínum bestu vinum og græt.

Tað kann vera ringt at siga, akkurát hví Jesus græt, og tað kunnu vera fleiri orsøkir til tað; men tað, sum eg serliga havi hugsað nógv um, er, at Jesus her vísir kenslur. 

Tað er stórt at vita, at vit tæna einum Guði, sum hevur íkenslu (empati). Vit tæna ikki einum Guði, sum er langt burturi og ikki hoyrir okkum. Nei, vit tæna einum Guði, ið gongur við okkum inn í tær svárastu tíðirnar í okkara lívi, og hann grætur saman við okkum. 


Bara tí at vit hava Jesus, merkir tað ikki, at vit ikki koma at syrgja, men Jesus hevur lovað, at hann kemur at vera har saman við okkum. Jesus sigur, at hann vil ikki sleppa okkum í slíkum tungum tíðum, men vit eru noydd at fara í gjøgnum hesar tungu tíðirnar, men tó ikki einsamøll. 

Í 5. Mós. 33: 25 stendur: Sum dagar tínir skal tín styrki vera!

Hann er hjá okkum, gevur okkum styrki til hvønn dag, grætur saman við okkum og leggur ætlan um eina uppreisn, eins og hann legði ætlan um eina uppreisn hjá Lázarusi.

 

Eg haldi, hetta er fantastiskt at vita og má sjálv minna meg á, at Guð er nær á toppinum og í dalinum. Í Jósva 1: 9 stendur: Eg havi jú sagt við teg: Ver reystur og hugdjarvur og ver uttan ótta og ekka, tí at Harrin, Guð tín, er við tær á øllum leiðum tínum!»

 

Skrivað hevur Ása Frederiksberg

Sí fleiri greinar