Alt eigur at snúgva seg um ævinleikan
Sonja I. Jacobsen, 12.08.2018

Pauli Høj leiðir møtið. Biðið verður fyri einum pari, ið hevur verið gjøgnum drúgva sjúkralegu. 


Eyðun Jacobsen við bólki hava fleiri sangframførslur. Menn úr bólkinum hava vitnisburð. Tann fyrsti er Jákup. Hann greiðir frá sínum lívi sum trúgvandi, og kraftina í Jesu blóði. Sum trúgvandi hevur hann Jesus við allastaðni, og av tí sama sær hann Guð í øllum. Tað sæst, at Jákup er fullvísur í tí, at Jesu blóð reinsar og ger likamið heilt.

Síðani er aftur sangframførsla frá Eyðuni og bólkinum.

Næstur at hava vitnisburð er Terje Vestergaard. Hann vísir á, hvussu álvarsligt lívið er, og at tað í grundini er øgiliga stokkut. Eldri vit verða, meiri nærkast vit heimlandinum. Vit mugu vera klár.

Terje greiðir frá, at hann hevur verið á fleiri tiltøkum, ið hoyra summarinum til, og hann vil vera við, at innihaldið á t.d. einum festivali als ikki gevur lívinum innihald. Vit eru skapt til nógv meira enn tað, sum hesi tiltøk - ella heimurin - bjóða okkum. Vit mugu hugsa um framtíðina og ikki bert um ta hugnaligu og stuttligu løtuna, vit eru í, sum tíðarandin skapar. Alt eigur at snúgva seg um ævinleikan. Við at velja eitt til, velja vit samstundis nakað frá. Vit hava nógv avgerðandi val at taka! Terje vil gera tað klárt og týðiligt, at hann ikki fordømir nakran, og at tað er nakað skeivt í at fara á festival. Hann vil undirstrika, at vit mugu vera klár at møta Guði hvønn dag, líkamikið hvar vit eru. Vit eiga at vísa teimum ungu, hvar tey skulu fara. Terje endar við at syngja ein sang, ið hann sang til jarðarferðina hjá grannakonuni, ið andaðist stutt síðani.

Eyðun greiðir eisini frá týdninginum av at hjálpa fólki á rætta leið og hjálpa teimum, ið tørva hjálp.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Skrivað hevur Lena Jacobsen

Sí fleiri greinar