”Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara…..” Mat. 6,33
Fram til 1600-talið hildu granskarar, at jørðin var miðdepilin í alheiminum, og at sólin mól kring jørðina. Men so kom stjørnufrøðingurin, ið kallaðist Copernicus og próvførdi um, at sólin ikki mól um jørðina, men at jørðin mól um sólina. Á henda hátt kollvelti hann vísindaliga heimin.
Tað sama gjørdi Jesus viðvíkjandi lærusveinaskapi: “Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt.”
Kjarnan í syndini er egoisma. Hon setir teg sjálvan hægst – tíni ynskir, tínir tørvir og tínar ætlanir koma fram um alt annað. Tað kann vera, at tú enn søkir Gud, men tú søkir Hann ikki fyrst. Heldur enn at royna at uppfylla Guds ætlanir og mál, roynir tú at fáa Hann at uppfylla tíni. Hvør fylgir hvørjum?
Heldur enn at fylgja Jesusi, roynir tú at fáa Hann at fylgja tær. Tað er bara ikki soleiðis, tað hongur saman.
“Tá segði Jesus við lærisveinar Sínar: "Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær.
Tí tann, sum vil bjargalívinum, skal missa tað; men tann, sum missir lív sítt fyri Mína skuld, skal finna tað." Matt. 16, 24-25
Legg til merkis orðini “missir lív sítt fyri Mína skuld”. Í okkara døgum verður nógv tosað um at finna seg sjálvan. Vit finna okkum sjálv við at søkja Gud!
D. L. Moody segði: ”Heimurin hevur enn ikki sæð, hvat Gud vil gera við, fyri og gjøgnum tann mann ella ta kvinnu, sum fult og heilt halgar seg Honum”.
Um tú vilt geva teg heilt og fult til Gud, eru eingi mørk fyri, hvat Hann vil gera.
Týtt úr donskum. UCB ...et Ord til Dagen (1. august 2018)