Trúgvin á Kristus heldur inn í Himmalin
Sonja I. Jacobsen, 31.07.2018

Men onkur segði við hann: »Harri, eru tað fá, ið verða frelst? Luk 13,23.

 

"Eru tað fá, ið verða frelst?" Soleiðis ljóðaði tað longu ta ferðina í Jerúsalem, og í dag hoyra vit røddir, ið eru frammi, ið siga “eg trúgvi á ein algóðan og almáttugan Guð, so tað gongur óivað at enda.”

 

Út frá Guðs orði, er tað ikki gjørligt at ugga seg á henda lætta hátt. Frelsan er ikki nøkur natúrlóg, eins og sólin, ið skínir á øll, ella regnið, sum ger øll líka vát, um ein ikki tá finnir sær eitt regnskjól at fara undir.               

 

Frelsan hevur nakað at gera við samband, samfelag. Eitt trúfast vinarband, sum Guð aldrin vil sleppa, men sum eina vit kunnu takka nei ella ja til.

 

Guð skapaði okkum ikki sum sjónleikaradukkur, har Guð avger okkara fet við at toga í nakrar træðrir, so vit dansa, sum Honum líkar.

Guð skapaði menniskju í Síni mynd við frælsi til at velja sín egna veg. Til at elska og hata, til at opna seg ella lata aftur, til at siga ja ella nei. Guð tvingar ongan, Guð dregur og kallar, men Hann nýtir ikki leinkjur. 

 

Tann einasta megi, Guð nýtir mótvegis okkum, er sín óendaligi kærleiki, og kærleiki er nú einaferð soleiðis háttaður, at hann letur seg ikki vraka. Líka mikið hvat og hvussu vit hava gjørt, so er Hansara kærleiki hjá okkum, og Hann vil hjálpa okkum á føtur aftur.

 

Men hvørji eru tey, ið verða frelst? Um vit spyrja Guðs orð, ja, hvønn annan, kunnu vit spyrja, um tann verður frelstur, ið rættir fram sínar tómu og veiku hendur og letur seg fylla av Guðs óuppibornu góðvild. Tann, ið tekur ímóti Jesu tilboði um fyrigeving og reinsan hjá Guði, tekur ímóti Guðs náði, ókeypis. Tá ið vit hava sagt hetta, kunnu vit ikki annað enn lata vera við at verða eitt sindur hugtung og spyrja, eins og Hans Adolph Brorsons syngur í einum av teimum syrgiligastu jólaørindum: 

 

Men, Jesus, hvussu ber tað til,

so fáur gætur geva vil

tí hjartans kærleika hjá tær,

teg dró frá himli ørmum nær!

 

Jesus segði við lærisveinar sínar: “Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær!” 

 

Bíblian oysir ikki troyst út í eyst og vest og klappar okkum ikki á herðarnar og sigur, at tað gongur nokk og tosar róliga til tey menniskju, ið seta seg upp ímóti Guði og siga, at tað ikki er so vandamikið. Einki er meira vandamikið enn ikki at lata Guð vera Guð og yvirgeva seg í Hansara hendur, ið halda. Lít á Hansara náði og góðsku, og sum ein eldri maður segði: “Eg havi alt mítt langa lív hildið meg til tað svar, ið Paulus og Silas góvu fangavaktaranum í Filippi, tá ið hann spurdi: “Hvat skal eg gera? Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur og hús títt,” svaraðu teir.


 “Hetta líti eg á og veit, at tað heldur.” Lat tað eisini verða svar okkara á hesum degi - trúgvin á Kristus heldur inn í Himmalin!

 

Skrivað hevur Fríði Sigurðsson

 

Bethel Music

Sí fleiri greinar