Tríggjar talur úr útheiminum
Sonja I. Jacobsen, 27.07.2018

Eli Skarðsá Poulsen, Bjarta Petersen og Búgvi Olsen greiddu á møtinum frá persónligum upplivingum úr útheiminum. 

 

Morgunmøtið sunnudagin tann 22. juli var eitt av teimum sum sambært skránni eru ”við ymiskari luttøku”.

 

Tann fyrsti, sum talaði, var Eli Skarðsá Poulsen. 

 

Hann greiddi frá einum skúla (Euroclass), sum hann hevur verið á í Danmark tað seinasta árið.

Hann hevur eisini verið í Ísrael umframt at hava evangeliserað í Uganda og Sambia. Eisini vóru tey ein túr í Botsvana. Hann vísti myndir frá ferðunum.

 

”Í fólkaskúlanum var eg altíð bangin fyri at gera eina framløgu fyri eini 20 fólkum, men nú havi eg staðið á palli frammanfyri 1.000 fólkum”, segði Eli, sum segði seg hava fingið serliga nógv burturúr fakinum ”komunikatión”.

 

Á túrinum í Afrika tóku nógv fólk ímóti Jesusi, og tey sóu eisini nógv undur – serliga grøðingarundur.

 

Aftaná Eli hevði Bjarta Petersen orðið. 

 

Hon tosaði út frá yvirskriftini: Kom út úr tínum egna høvdi.

 

Hon nevndi trý týdningarmikil ting, sum vit eiga at leggja okkum í geyma:

1: Vit eiga at liva 100 prosent fyri Gud og liva fyri at gleða Hann heldur enn okkum sjálv.

2: Vit eiga at spyrja Gud um Hansara sjónarmið, og hvussu vit eiga at gera. 

3: Vit hava nógv størri myndugleika og identitet, enn djevulin vil loyva okkum at hugsa.                    

 

Bjarta segði, at vit eiga ikki at biðja um, at tey leiðandi í landinum verða skift út, men at Gud skal fáa sín vilja við teimum. Hon tosaði eisini um dirvi og týdningin av at tora at ganga eftir Guds kalli.

 

”Dirvi er ikki ein kensla, men ein avgerð. Bíblian sigur, kastið ikki dirvið frá tykkum, tí tað hevur stóra løn. Tað vil siga, at dirvið liggur longu í okkum,” segði hon. 

 

Bjarta avlegði eisini ein persónligan vitnisburð, frá tá hon og familjan vóru umborð á Logos. Mammurnar umborð fóru í land saman við øðrum hjálparum. Hon og maðurin høvdu akkurát fastað í eina viku, og hon var full av dirvi. Hon og tríggjar aðrar høvdu 8 samtalur, og øll 8 blivu frelst. Hinar mammurnar upplivdu einki sovorið. 

 

”Tað var bønin og dirvið, sum gjørdi munin,” segði hon. 

 

Búgvi Olsen greiddi at enda frá eini stevnu, sum hann hevur verið á í Guatemala, og hann vísti eisini myndir haðani. Endamálið við stevnuni var at savna ungdómspastorar og ungdómsleiðarar úr øllum heiminum. Temaið var ”Ein Gud, ein samkoma og ein missión”. 

 

Annað sum hendi á møtinum

Áðrenn møtið var morgunmatur í kantinuni í sambandi við at Jógvan Martin Høj hevur 80 ára føðingardag. Á møtinum varð hann róptur upp á pallin, har hann fekk eitt ”serligt blómutyssi”, sum var ein spaki, ið var innpakkaður sum eitt blómutyssi, og eisini fekk hann konfekt. Pauli segði, at tey hildu, at spakin hevði størri týdning fyri Jógvan Martin, enn blómur høvdu havt. ”Til lukku sangurin” varð sungin.

 

Møtið byrjaði annars við felagssangi og barnasangum, og tað endaði við breyðbróting. 

 

Møtið sæst HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

 

Sí fleiri greinar