Vit vita, at vit eiga at gerast Kristusi meiri lík, men tó síggja vit, at nógv trúgvandi rundan um okkum eru full av ávøksti holdsins, Gal 5: 19-21. Akkurát sum um vit royna at líkjast alsamt meira hvør øðrum heldur enn Kristusi. Hvat hevði hent í heiminum, um vit vóru 100% yvirgivin til Gud?
Rómbrævið 8 hevur leingi verið mín yndis kapittul. Fyrstu 3 versini tosa um, at vit eiga ikki at kenna okkum fordømd, tí vit eru loyst frá lóg syndarinnar og deyðans. Síðani tosar hann um, at vit eiga at tráa eftir at liva eftir Andanum og gera tað, sum Gudi dámar.
Hann sigur, at viljin at gera gott kemst av, at Andi Guds býr í okkara kroppi. Og um man so fer at ivast í tí, fer hann víðari og sigur, at vit eru børn Guds, tí vit blíva leidd av Anda Guds. Hetta er kenniteknið.
Síðani stendur, at vit gerast synir hjá Gudi og eiga ikki longur at óttast sum trælir. Vit gerast arvingar til Guds ríki og skulu opinberast við Honum. Enntá stendur, at dýrd Guds skal opinberast á okkum, og at alt, sum skapt er, hungrar eftir, at hetta skal henda og vónar at verða sett í fræsli sjálvt.
Her liggja helst nógvir fjaldir sannleikar, vit kunnu biðja um opinbering yvir. Men hugsi serliga um tær løtur, vit suffa í andanum og merkja, at Gud vil meira her á jørðini og í okkum. Tá er hugnaligt at hugsa, at djórini, jørðin sjálv og onnur menniskju merkja hetta eisini. Vit hungra eftir, at Gud skal vera opinberaður her á jørð og í okkum. Vit hungra eftir at liva upp til himmalska potentialið, sum Gud hevur lagt í okkum. Síðani sigur hann í vers 25, at vit vóna hetta og bíða tolin eftir tí.
Ímedan vit suffa í andanum og biðja, so biður Heilagi Andin eisini fyri okkum. Vers 28-29 tosar um, at Gud ger okkum lík myndini av Sínum soni. Hetta merkir, at Gud formar okkum og myndar okkum. T.d. sum ein diamantur verður skorðin til, so hann kann vísast fram sum ein prýðislutur. Men hetta er ikki bara hart, hetta er fyri, at vit kunnu vera sum systkin hjá Jesusi og líkjast ordiliga nógv tí mest fantastiska menniskja, sum nakrantíð hevur livað og sum bjargaði øllum heiminum og sum bestemmar yvir øllum himmalrúminum. Tí brúkar hann restina av kapittlinum til at forklára, at ongin kann ákæra okkum, fordøma okkum ella skilja okkum frá Guds kærleika. Tí Jesus doyði, reis upp og situr hjá Gudi og biður fyri okkum. Nei, vit meir enn sigra gjøgnum alt slíkt. Ikki ein gongd deyði ella lív ella nakar myndugleiki ella ein gongd andaverður kunnu koma ímillum okkum og Guds kærleika.
Má Gud geva okkum at vaksa meiri lík Honum og virka í okkum at vilja hugsa og handla sum Hann.
Skrivað hevur Bjarta Petersen