5. august verður konsert við Bethel Music í Kelduni í Skálafirði.
Bethel Music eru kend fyri teirra heilhjartaða lovsang og síðan 2001 hava tey givið út fleiri enn 31 fløgur og fleiri stakløg. Millum teirra sangarar kunnu nevnast Brian & Jenn Johnson, Jeremy Riddle, Steffany Gretzinger, Hunter Thompson, Amanda Cook, Jonathan & Melissa Helser, Bethany Wohrle, Leeland, Cory Asbury og Kristine Dimarco.
Høvuðssangarnir í føroyum verða Hunter Thompson og Bethany Wohrle, ið hava bólk við sær. Toymið frá Bethel Music luttekur eisini á morgunmøtinum í Kelduni sunnudagin 5. august.
Atgongumerki fáast fyri einans 169 kr. í forsølu. Møguleiki er eisini at keypa við dyrnar fyri 225 kr.
Børn undir 7 ár hava ókeypis atgongd.
Keyp atgongumerki: Konsert við Bethel Music