Til tíðir kann tað vera ringt at trúgva tí, sum bíblian sigur. Tað er kanska ikki so ringt at trúgva upp á søgurnar, sum hendu á Jesu døgum ella Mósesar fyri tann skuld, men tá eg knappliga havi ein trupulleika, kann hann opinbart tykjast størri enn reyðahavið, tí eg fari at ivast í, um Gud eisini kann klíva hann.
Onkuntíð hugsi eg, at tá eg sjálv ikki síggi ein útveg, so er eingin. Soleiðis havi eg hug til at minka um Gud við hvørt við at fortelja Honum, hvat Hann kann og ikki kann.
Sjálvt um eg sjálv ikki altíð vil viðganga tað, so kemur tað fyri, at eisini eg seti Gud í ein kassa. Men sannleikin er, at hvørki eg ella tú fáa Gud í ein kassa. Líkamikið um tín kassi er størri enn mín, so fer Gud ikki í hann. Tað einasta sum hendir, tá vit gera ein kassa til Gud, er, at vit onkursvegna sjálv enda í honum. Í staðin fyri at avmarka Gud, so avmarka vit bara, hvat Gud kann gera ígjøgnum og fyri okkum.
Um orð Guds sigur, at eg ikki skal stúra, tí Hann syrgir fyri mær, so skal eg ikki stúra. Og um orð Guds sigur, at eg skal ikki óttast, tí Hann hjálpir mær, so skal eg ikki óttast. Tað finnast ikki serstøður, har tú hevur rætt til óttast ella stúra, tí ONGIN støða ella trupulleiki er ov stór/ur til Gud.
“Alt orð Títt samanlagt er sannleiki…” Sálm. 119:160
“Nei, sum himmalin er hægri enn jørðin, eru leiðir Mínar hægri enn leiðir tykkara, og hugsanir Mínar hægri enn hugsanir tykkara.” Es. 55:9
Skrivað hevur Hanna Ólavsdóttir Jacobsen