Nú ein dagin kom eg fram á eina fløgu hjá DC-Talk, sum eg lurtaði nógv eftir fyri uml. 20 árum síðani.
Ein sangur hjá teimum byrjar við einum sitati:
"The greatest single cause of atheism in the world today are Christians who acknowledge Jesus with their lips and then walk out the door and deny him by their lifestyle. That is what an unbelieving world simply finds unbelievable." – Brennan Manning
Leystliga umsett: Størsta einstaka orsøk til gudloysi í heiminum í dag, eru tey kristnu, sum viðurkenna sær Jesus við sínum varrum og fara síðan út og avnokta Hann við sínum lívsstíli. Tað er tað, sum ein vantrúgvandi heimur sær sum ótrúligt.
Helst hevur hann (irriterandi) rætt í hesum. Um vit øll, sum kalla okkum trúgvandi, bara vóru lýtaleys. Skriftstøðini eru nógv, sum vísa á, hvussu vit eiga at liva sum kristin.
Í Fil 2;5 stendur: “Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi!”
Gal. 5;22-23 sigur: “Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti, spakføri, fráhald...” og allur 3. kap í Kolossebrævinum er eisini verdur at lesa, tá tað kemur til “Kristiliga” lívsførslu.
Út frá hesum kunnu vit helst øll finna orsøk til at sláa okkum sjálvi - og onnur - í høvdið við fordøming, tí fá munnu kenna seg liva upp til ein kristnan “standard”, sum Bíblian tosar um í t.d. omanfyrinevndu skriftstøðum.
Men hetta er júst kjarnan í kristindóminum! Vit eru ikki lýtaleys, “...men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.” (Róm. 5;8)
Niðurlagið í áðurnevnda sangi ljóðar soleiðis:
“What if I stumble
What if I fall?
What if I lose my step
And I make fools of us all?
Will the love continue
When my walk becomes a crawl?
What if I stumble
And what if I fall?”
[Hvat um eg snávi?
Hvat um eg falli?
Hvat um eg missi fótafestið
og geri okkum øllum fyri skommum?
Fer kærleikin at vara,
tá mín gongd verður til grulvan?
Hvat um eg snávi?
Hvat um eg falli?]
Stutta svarið er: “ja” - Víst fer Guds kærleiki at halda okkum, eisini tá vit snáva og ikki liva upp til “standardin”. Tí sjálvt um vit eiga at stremba eftir at gera rætt, er Guds náði størri enn okkara ófullkominleiki. Takk Gud fyri tað :)
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív. (Jóh. 3;16)
Umtalaði sangurin kann hoyrast her: https://www.youtube.com/watch?v=kg6HedZ4xGs
Skrivað hevur Maria á Boðanesi