Nakað, sum hevur ligið mær á hjarta nú í eina tíð, er spurningurin: "Eri eg, har Harrin hevur sett meg?" Ikki bert har eg búgvi og arbeiði, men eisini andaliga og kensluliga.
Í fleiri ár havi eg stríðst við at góðtaka okkara støðu fullkomiliga, har vit eru. Hví vit gera tað, vit gera, og spyrji mangan "hví eru vit her?" Hví kann eg ikki liva eitt meiri "vanligt" lív og búgva nærri familju míni? Hví kann eg ikki til dagligt nýta eitt mál, sum eg dugi væl at samskifta við? Tað tykist ofta at verða ein sovorðin kampur, og eg eri ofta grenjut.
Frá tí eg var smágenta, havi eg kent Guds kall um at liva og boða boðskapin aðrastaðni. Í okkara føri er tað Turkaland. Orsøkin til at vit fluttu higar, er ikki, tí at landið er vakurt, og at veðrið er fantastiskt ein stóran part av árinum. Tað var kallið, ið dróg okkum. Í nógvum førum hevði eg ynskt, at vit ikki vóru her. Men eg má siga, at tað, sum heldur mær her, er Heilagi Andin, og tað, Hann hevur lagt djúpt í meg.
Eg kann ikki siga, at eg elski turkar serstakliga, men tað er meira tankin um, at tað eru 80 milliónir turkar, sum ikki kenna Jesus! Eg eri fallin til í Turkalandi, mær dámar bæði fólkið og landið, og kenni meg priviligeraða at kunna deila mítt lív og upplivilsir við nøkur av teimum. Vónin er altíð, at okkurt av tí, eg sigi og geri við Andans hjálp ger mun í lívi teirra, og dregur tey nærri Honum - hetta og trúgv uppá Hansara lyfti, er tað, sum fær meg í gjøgnum; eg havi lært og upplivað, at Harrin er trúfastur í øllum sínum lyftum og signar ríkliga, har eg ikki vænti tað. Eg veit, hetta er uppgávan, Harrin hevur givið mær, at fara ”við grøðing til teirra, sum hava eitt sundurbrotið hjarta” Es.61:1
Hvat hevur Harrin lagt í títt hjarta? Hvønn óuppfyltan dreym hevur tú? Fylgir tú Harrans kalli ella tí, onnur vænta av tær?
Skrivað hevur Annika Everett