Jesus kom fyri at skapa eitt kongaríki
Sonja I. Jacobsen, 18.05.2018

”Jesus ætlaði ikki at stovna eina nýggja religión. Hann kom fyri at skapa eitt kongaríki, og samkoman er partur av hesum ríkinum.” Tað segði David Hudson á møtinum í Kelduni sunnudagin tann 13. mai.

 

David Hudson er kendur fyri at undirvísa og virka í tí profetiska. Hann er amerikanari, sum býr í Svøríki.

 

Henda sunnumorgunin stóð hann á pallinum í Kelduni og segði frá, hvussu hann byrjaði at prætika. Við síðuna av honum var Tóri Højgaard, sum tulkaði.

 

”Eg hevði verið frelstur í 6 mánaðir, tá pastorurin kom til mín og bað meg fara at prætika,” sigur David. 

 

”Hann gav mær 3 skriftsøð, og eg fekk eina viku at fyrireika meg í,” sigur hann.

 

Á møtinum eina viku seinni varð hann presenteraður sum ein maður, sum var fyltur av kraft, men prætikan gekk ikki væl. Hon vardi bara í samanlagt 6 minuttir. 

 

”Aftaná kom pastorurin til mín og segði: ”tú følir teg ikki væl nú, ha?”

 

”Nei, eg geri tað ongantíð aftur,” segði eg.

 

Og hann svaraði: ”Gott. Tí tú prætikar aftur næsta sunnudag”,” greiðir David Hudson frá. Soleiðis byrjaði hansara tænasta.

 

Himmiríkið er í nánd

Í Matt. 3, 1-3 stendur:

Men í teimum døgum stígur Jóhannes doyparin fram og prædikar í oyðimørkini í Júdeu,og hann sigur: «Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd.» Tí at hann er tann, ið talað er um av Jesaja profeti, tá ið hann sigur: «Ein rødd á einum, ið rópar í oyðimørkini: Slættið veg Harrans, gerið beinar leiðir hansara.»      

 

”Jesus byrjaði við einum einklum boðskapi, og tað var um Guds ríki, men hann gjørdi tað á nógvar mátar,” segði David Hudson. Hann segði, at Jesus onkuntíð tosaði um virðini, onkra aðra ferð tosaði hann um, hvussu tú kemur inn í Guds ríki, og onkuntíð um hvat tað snýr seg um, o.s.fr.

 

”Jesus er kongur og hann er harri, og hann kom og prætikaði um eitt ríki. Tað snúði seg um ein kong og eitt kongaríki,” segði hann.

 

David Hudson segði eisini, at Bíblian sigur, at við enda tíðarinnar kemur nýggja Jerusalem niður til jarðar, og vit skulu vera saman við tríeinda Gudi í allar ævir (líka sum hjá Adam og Evu í byrjanini).

 

4 áir

Í Eden vóru 4 áir. Allastaðir har tær runnu, góðu tær lív.

 

”Tað áhugaverda við áunum er, at tær allar høvdu navn, og nøvnini lýsa Heilaga Andan,” segði David Hudson. Millum annað æt tann eina áin ”Flýtur yvir”, sum er tað ið hendir undir eini veking – áin flýrur yvir áarbakkarnar. 

 

Menniskjan varð seinni rikin út úr urtagarðinum, og Heilagi andin var eisini tikin frá teimum. Í Gamla Testamenti síggja vit, at Heilagi Andin fell á einstøk menniskju, men ikki yvir øll.

 

Á Hvítusunnu fall kraftin á tey øll. 

 

”Ein fullvaksin Jesus býr í tykkum - hann ið kastaði út illar andar og grøddi tey sjúku, hann býr í tær,” segði David Hudson. Hann segði, at djevulin roynir at fáa okkum at halda, at vit eru einki.

 

”Eg veit hvat samfelagið (jantelógin) sigur, og eg veit eisini hvat Jesus sigur – hann sum býr í tykkum er størri enn tann sum býr í heiminum. Einki vápn, sum verður smíðað ímóti tær, skal vinna sigur á tær,” segði hann.

 

”Heilaga Andans gávur eru eisini í tær. Vit eru fylt av Guds kraft,” segði David Hudson.

 

Hann segði , at tað er fínt at koma til møtir, fyri at fáa troyst – men ein annar sannleiki er, at tað er ein kraft aftanfyri hetta. Tann kongurin sum prætikaði hesa kraftina, býr í tær. 

 

”Tá tú ert doyptur í Heilaga Andanum, so er tað kraft sum kemur yvir teg, sum útloysir hesar gávurnar. Eitt tekin um hetta er, at tú tosar í tungum,” segði hann.. 

 

Men sum við einum akkomolatori, so hava vit eisini onkuntíð brúk fyri ”startkáplum frá himli”. 

 

”Kona mín tømir onkuntíð akkomolaturin í bilinum, og so ringir hon til mín um hjálp. Vit eru eisini soleiðis. Battaríið tømist, men startkáplarnar frá himli skapa lív í aftur,” segði hann.

 

David Hudson endaði við at greiða frá eini veking í hansara samkomu. Tey fóru fóru frá at vera 250 til at vera 850 eftir 8 mánaðum. 

 

”Eg trúgvi at eisini nakað fer at henda hjá tykkum, men spurningurin er: Hungra tit eftir Heilaga Andanum?” spurdi hann.

 

”Eg trúgvi at Heilagi Andin fer at nema við tykkum. 5 sek. í Guds Nærveru kann loysa 5 ár av trupulleikum. Um vit geva honum pláss at gera tað,” segði David Hudson.

 

Møtið sæst HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar