Tíð er uppgáva
Sonja I. Jacobsen, 07.05.2018

Kendi amerikanski uppfinnarin Edison (d.1931), bleiv á sínum eldru døgum spurdur um, hvat ið er tað dýrabærasta ein hevur? Hann svaraði: “Tað er tíðin!”

Tað, sum er farið, er mist, man kann ikki keypa meir av tíðini.

 

Skaparverk Guðs, jørðin, er ikki eitt klokkuverk, sum gongur, tí tað einaferð varð upptrekt. Nei, sum Chesterton sigur, tá ið sólin kemur upp um morgunin, so er tað veruliga, tí Guð hevur latið hana vita, at hon skal rísa.

Tað, vit kalla natúrligt, er bert roynd okkara at gerast klók uppá ein minni part av skaparverkinum, har endurtøka er vanlig, hevur ein sagt.

 

Tá ið Guð skapti meg og teg, fingu vit øll nakrar fortreytir til lívið. 

Fyri tað fyrsta eitt likam, fyri tað næsta ognarlutir/evnir/gávur og til seinast nanað so serstakt sum tíðina. Gud Faðir okkara er sjálvráðandi og setti sær fyri at seta okkum í gongd - uttan at ráðføra seg við meg og teg um nakað sum helst.

 

Ein læt meg vita, at vit kunnu vera nøgd ella ónøgd við allar tríggjar omanfyri umrøddu fortreytir. T.d. kunnu vit halda, at likamið er ov vánaligt, vit halda kanska, at vit ikki eru nóg evnarík, og kanska tíðin heldur ikki passar serliga væl o.s.fr.

 

Orsaka, klagan er nyttuleys, broytir einki!

 

Skrivað hevur Jóhannes Martin Olsen

Sí fleiri greinar