Veitsludøgurði verður fyri hjún fríggjakvøldið 8. juni kl. 19.
Njótið ein góðan døgurða saman við øðrum hjúnum. Vit fáa eitt gott orð um at vera ”ein kvinna og ein maður eftir Guðs hjarta”. Har verða sangframførslur, onkur kemur at sita í ”heita stólinum”, vit fáa undirhald og nógv annað gott. Kostnaðurin er 200 kr. parið.
Møguleiki er at tekna tykkum á heimasíðuni www.keldan.fo fram til 3. juni.