Okkara næsti
Sonja I. Jacobsen, 23.04.2018

Vísa karakter, velja tað rætta!
Vera nakað fyri onnur!
Vera eitt vitni í gerandisdegnum!

 

Hetta eru tríggir setningar, eg havi hugsað nógv um ta síðstu tíðina!

Lívið, vit liva her á jørð, er stutt. Summi fáa 80 ár, meðan onnur fáa kanska bara 10 ár, men øll kunnu vit gera ein mun í tí dagliga, um vit vilja tað. Valið er okkara.


Vit kunnu velja at síggja ljóst uppá tingini og ikki.

 

Kanska hava vit møtt onkrum forðingum á vegnum, sum gjørdu, at vit mistu mótið, onkur skuffaði okkum, mistu onkran av okkara kæru - tað kann vera nógv, sum ger, at vit missa mótið.

 

Tá kunnu vit velja, hvat vit gera.

 

Vit kunnu ganga skuffaði og mótfallin, ella vit velja at venda okkara eygu á Jesus, Hann skuffar okkum ikki og sleppur okkum ikki. Matt. 28,20b: Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.»


Eitt, ið er nógv frammi í dag í samfelagnum, er, hvat kann EG fáa burturúr - vit gloyma ofta at hugsa um okkara næsta.

 

Hvussu kunnu vit vera nakað fyri okkara næsta?
Eitt smíl kann gleða onkran, taka eina hond í við onkrum, leggja eitt oyra til hjá onkrum øðrum - tað er nógv, vit kunnu gera í tí dagliga, sum kann lætta um dagin hjá okkara næsta. 


Latið okkum minnast til okkara næsta :)

 

Jesus gav alt fyri okkum, tá Hann lat seg krossfesta og reis upp aftur; og við trúgv á Hann, blíva vit frelst. 
Guds Orð vil so mynda okkum, so vit kunnu vera vitnir fyri Hann.

 

2. Kor. 5:17
Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur, hitt gamla er farið - tað er vorðið nýtt.

 

Hvussu eru vit so vitnir?
Tað fyrsta má vera, at vit ikki bara siga, at vit eru trúgvandi, men at vit eisini liva tað! - at vit eru erlig, álítandi, hjálpsom, hava neyð fyri okkara næsta, eru góði angi Kristusar.

 

Tað er kanska ikki altíð so lætt, men latið okkum stremba eftir tí.

 

Hebr. 10:24
Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum

 

Skrivað hevur Jónhard Frederiksberg

Sí fleiri greinar