Eitt likam, ymiskar uppgávur
Sonja I. Jacobsen, 20.04.2018

Á møtinum sunnumorgunin luttóku fólk úr samkomuni og eisini aðrastaðni frá við vitnisburðum og sangi.

 

Tað er týðiligt, at Gud arbeiðir og er ikki forðaður av okkara ymiskleika, men heldur er tað ein styrki, at Hansara likam er so fjøltáttað.

 

Man verður mintur á orðini, sum standa í Rom. 12, 4-5:

4. Tí eins og vit hava nógvar limir á einum likami, men allir limirnir hava ikki sama starv, 5. soleiðis eru vit mongu eitt likam í Kristusi, men hvørt fyri seg eru vit limir hvørs annars.

 

Tað vóru fleiri, sum luttóku, og tað er ikki pláss her at greiða frá øllum, men skal eg stutt taka saman um og síðan eggja øllum at fara inn á møtið á Keldan Netvarp og síggja tað í síni heild.

 

Esai. 55,11 - so skal orð Mítt verða, sum gongur út av munni Mínum - tað skal ikki koma tómt aftur,

 

Á møtinum hoyra vit, hvussu ein familja varð kallað at rykkja upp teltpelarnar og ferðast í annað land at tæna Gudi. Sonur teirra, sum tá var 4 ára gamal, fór, sum vera man, við familjuni, og har birtist nakað, sum enn logar, 20 ár seinni. Nú mong ár eftir at familjan er heimafturkomin, ringir sonurin, nú 24 ára gamal og sjálvur virkin í tænastu fyri Gud uttanlands. Meðan tey tosa, skilst, at sonurin ikki ringir ørindaleysur, tá ið hann eggjar familjuni at koma og hjálpa sær og greiddi pápa sínum frá, at tørvurin er ovurhonds stórur.

 

Nú fyrireikar familjan aftur, eins og fyri 20 árum síðani, at fylgja kallinum og fara út í missión.

 

Hebr. 10, 25 - Kastið tí ikki frá tykkum dirvi tykkara - tað hevur stóra løn!

 

Ein ungur maður greiðir frá, hvussu hann hevur verið í Danmark og fingið eitt «kickstart». Ella man kann eisini siga - fyri at verða kveiktur at liva eitt lív í trúgv. Hann greiðir frá, hvussu hann fór til Danmakar á ein skúla, har tey vóru upplærd í at fara út við evangeliinum og við Guds kraft til menniskju. Hann upplivdi at síggja fólk grødd og nádd við evangeliinum.

 

Sálm 119, 105 - Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni

 

Eini hjún í bestu árum tóku eisini orðið og løgdu áherðslu á týdningin at halda seg til orð Guds. Tað eru so nógar røddir, sum vilja benda og snara orði Guds, men orðið er greitt um ymisk viðurskifti, sum ikki eiga at verða snarað og bend. Haraftrat peikaðu tey á, hvussu Gud svarar bøn og kemur veikleika okkara til hjálpar, um vit bert vilja søkja Hann.

 

Róm 12,1 - berið fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur

 

At enda verða vit ámint um, at tað er í gerandisdegnum, at vit veruliga fáa gjørt ein mun. Tað er á okkara arbeiðsplássum, í heiminum og millum tey, sum vit møta úti í samfelagnum, at vit fáa víst trúnna í verki. Enda varð við orðunum – latið okkum bera tað út í gerandisdagin!

 

Møtið kann síggjast HER

 

Skrivað hevur Øyvind Bjerkenes

 

Sí fleiri greinar