Útgávuløta verður í Kelduni sunnukvøldið 15. apríl kl. 20. Tað er fløgan "Tú leitar", ið verður givin út.
Tað serstaka við hesi fløgu er, at hon er ókeypis og kemur sostatt ikki út í nakrar sølubúðir.
Tað er Eyðun Jacobsen, sum er stigtakari og samskipari av fløguni.
Fløgan inniheldur 18 skeringar. Sangirnir vera sungnir av ymiskum bólkum og eistaklingum.
Tey, sum luttaka á fløguni, eru: Ólavur á Váli Olsen, Svein í Prestgarði, Kvartettin í Betesda, Petur Hans Hansen, Terje B. Vestergaard, Tóra við Keldu, Oasubrøður, Hervør Sabina á Torkilsheyggi, Bill Justinussen, Pauli Høj, Torkil Mørkøre, Kristina N Hansen, Eyðun Jacobsen, Blátt Gras, Lisa Frederiksberg, Zamar, Vitin og Magni Cristiansen.
Tónleikurin er innspældur í Crossroads Studio, Arden NC í USA, meðan røddirnar eru innsungnar í Føroyum.
Tað kostar onki at koma til konsertina, tó verður ein innsavnan til átakið.
Fleiri upplýsingar um fløguna finnast á www.facebook.com/tuleitar ella við at ringja á tlf 599994.