Eg var til “Megnar Kvinnur” tiltakið í City Church herfyri, har evnið var “Empower2018”. Tað varð tosað nógv um lívsins royndir. Hvat gert tú, tá stormarnir leika á? Hetta er nakað, eg havi hugsað nógv um, síðan Sigmund beiggi og vinmaður hansara sjólótust í 2011.
Ta einu løtuna, ímeðan ein talaði, skrivaði eg mær hesar tankarnar niður: “Hvat geri eg, tá ið sorgarleikar henda, hvar er Guð í tí løtuni? Hvussu síggi eg Hansara kærleika og Hansara lyftir, og hvussu sameini eg hesi? Hvussu skal eg koma víðari, hvat sigur Guð aftaná eina vanlukku? Hví letur Hann vanlukkur henda, og hvussu síggi eg Guðs góðsku í hesi tíð?”
Orðt. 31.15 “Hon fer upp fyri lýsing og gevur húsfólki sínum mat...”. Hon fer upp, meðan tað enn er myrkt. Vit lesa um eina raska kvinnu, sum hevur fantastiskt tænastulyndi, men tað, sum bleiv sagt í samband við hetta versið, var tað, at myrkrið kann eisini vera ein mynd upp á lívsins royndir. Kvinnan reistist, sjálvt um myrkur var um hana, og hon fyrireikaði seg til dagin.
Tá vit uppliva sorg og eru tung av lívsins truplu tíðum, hava vit ikki hug at reisa okkum, vit kenna kensluna av máttloysi. Men tá ið vit liggja niðri, síggja vit ikki langt. Vit hugsa ikki um annað enn tað, ið tyngir. Vit hugsa um tað, tá vit vakna, og tá vit sovna. Ein fær ikki flutt seg serliga væl og kemur ikki í samband við fólk, uttan at tey eru í somu støðu ella hava tíð at steðga. Ein er í verjustøðu, “Jamen skilir tú ikki, at eg má liggja? Mín støða er vónleys...”
Tá tú reisir teg, er støðan ein heilt onnur, tá fært tú eisini hjálpt teimum, ið liggja. Jesus segði við tann sjúka mannin, sum lá við hylin “Reis teg...”. Ein av talarunum segði, “The will to get well will be what ignites the healing”. Guð virkar saman við okkum, Guð ger undrið, meðan vit virka saman við Honum við áliti á Hann og við trúgv á Hansara lyftir.
2. Mós. 14, 13 “Standið... so skulu tit síggja frelsu Harrans”. Es. 60, 1 “Statt upp, verð ljós!...” Sálm. 20, 9 “... men vit reisast, og koma aftur á føtur.”
Hvussu sameina vit okkara royndir her í lívinum við Guðs kærleika og lyftir? Hvussu vita vit, at Guð er góður sjálvt í slíkum støðum? Tað, sum eg kom til, tá tiltakið var liðugt, var hetta: Jesus livdi her á jørð og fór ígjøgnum eina sorg, ið er trupul at seta orð á, hann tók alla heimsins synd og sjúkur á seg og gav sítt lív. Hann reis upp aftur og vann harvið á deyðanum! Hann var sonur Guðs og fór ígjøgnum lívsins royndir og sigraði. Tað, sum umræður, tá ein er í sorg, er at minnast til kjarnuna og halda fast í Jesusi.
Einkult og tó so stórt... Jesus er svarið!
Skrivað hevur Eyð Hentze Steintún