Ein kann ikki hjálpa øllum, men øll kunnu hjálpa onkrum!
Sonja I. Jacobsen, 20.03.2018

Bíblian tosar nógv um næstrakærleika. Vit lesa um, at “tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan” (Mark. 12, 31), og at “sælari er at geva enn at fáa” (Áp. 20, 35). Hvar eri eg í mun til hetta?

 

Tá ein hevur tikið ímóti frelsuni (Jóh. 3,16) – við trúgv (Heb. 11, 1) - er hann vorðin ein nýggjur skapningur (2. Kor. 5, 17). Í Gal. 2, 20 stendur, “Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær”. Hetta eru bíbilskir sannleikar og sera sterk orð/tala.

 

Hvat er tað so, ið Jesus ynskir, at vit skulu gera? Í Ják. 1, 22 lesa vit, “men verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess” og vers 27 “rein og lýtaleys gudsdyrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og halda seg ódálkaðan av heiminum”.

 

Tá vit – sum hava tikið ímóti Jesusi sum Harra og frelsara - verða ámint so mangan av Guds Orði og av Heilaga Andanum um onkran ella okkurt, har vit kunnu gera ein mun, so er tað av týdningi og ikki minst ein náttúrlig avleiðing av at vera “krossfest við Kristusi”, at lurta eftir og gera, sum Gud minnir okkum á.

 

Sagt verður eisini, at “ongin keta er sterkari enn tað veikasta liðið”. Tá vit hyggja rundan um okkum (í samkomuni ella millum okkara systkin í Harranum), so síggja vit, at tað eru ymisk “veik lið”, ið vit óivað verða mint á onkuntíð. Her meti eg, at okkara lýtaleysa gudsdýrkan fyri Gudi og faðirinum, kann veruliga taka skap og vera førd út í lívið, tá vit opna eygu okkara og síggja markirnar/tørvirnar (Jóh. 4,35), ið longu eru tilstaðar.

 

Tað verður mangan tikið til, at “ein long ferð byrjar við einum feti”. Tað er ein fínur hugburður at hava, serliga um “ferðin” (les avbjóðingin ella uppgávan) tykist torfør, long, óendaleys og kanska  ókend. Tó so byrjar tað við einum feti.

 

Um tað er ein nýggjur liviháttur, ið skal til, so er Guds Orð uppmuntrandi til tín og sigur ...eg gloymi tað, sum aftanfyri er, og rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er (Fil. 3, 14). Tað er ikki ov seint at taka fyrsta fetið.  

 

Kann enda við hesum orðum: frá tanka til lagnu

  • Sáa ein tanka – heysta eina gerð
  • Sáa eina gerð – heysta ein vana
  • Sáa ein vana – heysta eina atferð
  • Sáa eina atferð – heysta ein lívsstíl
  • Sáa ein lívsstíl – heysta eina lagnu

Skrivað hevur Alice Frederiksberg

Sí fleiri greinar