1. Kor. kap. 10 v. 23 sigur soleiðis:
Alt er loyviligt – men ikki alt er gagnligt! Alt er loyviligt – men ikki alt byggir upp!
Vit liva í einum samfelagi í dag, har tað javnan verða sett spurnartekin við, hvat Guð loyvir, og hvat vit kunnu hætta okkum at gera. Tað er oftani torført at svara øllum spurningunum heilt nágreiniliga, men tá eg havi hoyrt okkurt hesum víðvíkjandi, hevur hetta versið ofta runnið mær í hug. Tað stendur skrivað, at alt er loyviligt, men ikki alt er gagnligt. Alt er loyviligt, men ikki alt byggir upp. Alt er loyviligt, tí vit hava jú frían vilja, men tað er avgjørt ikki alt, ið er gagnligt og ei heldur alt, ið byggir upp.
Eg haldi sjálvur, at hetta versið er gott, tí at tá komið verður í eina støðu, har man skal taka eina avgerð, ella at man hugsar um at gera okkurt, sum man hevur hug til, men ivast í, um man ’’kann’’, so hygg eftir versinum í fyrra Korint 10, 23. Um tað er ein stór avgerð, ið skal takast, so er vert at hugsa um, um hetta er gagnligt, og um tað er uppbyggjandi. Sum sagt, tað er loyviligt, men tað er ikki vist, at tað er gagnligt ella uppbyggjandi.
Tak ímóti Honum, ið var, er og altíð verður!
Fyri at gerast betri til at skilja ímillum, hvørjar avgerðir eru gagnligar/uppbyggjandi, og hvørjar ikki eru tað, so er móttøkan av Heilaga Andanum, ið vit móttaka við frelsuni, ein sera góð hjálp til júst hetta. Heilagi Andin vísir okkum nevniliga á rættvísi og synd. Tað vil so eisini siga, at Hann skal vera við til at vísa okkara menniskjaliga heila á, hvat er til gagn, og hvat er til uppbyggjan.
Eg endi við einum versi, sum flest øll nokk kenna, og sum eg eisini haldi er eitt ómetaliga gott vers. Hetta versið er eitt prógv og eitt lyfti um, at Hann nokk skal leiða okkum, og at Hann hevur ætlanir við hvørjum einstakum av okkum. Vit skulu bara siga ja til Hann.
Jer. Kap. 29 v. 11:
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum - sigur HARRIN - friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Skrivað hevur Fróði Johannesen