Hósdagin 8. mars er altjóða kvinnudagur, og í tí sambandi verður skipað fyri einum hugnaligum kvøldi í Kelduni. Kvøldið er ætlað sum eitt hugnakvøld fyri allar kvinnur, har vit koma at hoyra uppbyggjandi orð, fáa góð ráð, hugna okkum saman, og sjálvandi fáa vit okkurt leskiligt at eta.
Á skránni verður:
- Orð frá Birgit Frederiksberg
- Góð ráð
- Jóhanna á Tjaldrarfløtti kemur at tosa um mat og matgerð
- Aloe Vera vørur
- Drekkamunnur
Av tí at undittøkan fyri hesum tiltaki hevur verið sera góð undanfarnu ár, hava vit flutt fyrilestrarnar inn í stóra salin í Kelduni, har pláss er fyri fleiri kvinnum. Aftaná verður drekkamunnur í kafeteriuni.
Tiltakið er ókeypis, og allar kvinnur eru vælkomnar!