Vend lógvanum
Sonja I. Jacobsen, 20.02.2018

Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi! Efesus 4,32

 

Fyri tíð síðani upplivdi eg, at Gud líkasum gav mær eitt slag undir vangan. Hann vildi siga mær nakað, orsøkin kemur her.

 

Eg hevði í eina tíð verið sera, sera kritiskur ímóti nøkrum náðisystkjum. Mær dámdi snøgt sagt ikki teirra máta at náa menniskju við evangeliinum. Eg byrjaði at vera sera neiligur og tosaði neiliga um hesi, tað kom einki jaligt úr mær.Ein beisk rót festi seg í mær. Hetta helt á í eina tíð og var við at tæra meg upp. Hendan beiska rótin bleiv beiskari og beiskari og gjørdi meg harðan hesum viðvíkjandi. Fordømingin og frástøðan bleiv størri, og eg vildi ikki síggja hesi menniskjuni.

 

Hetta er ein ræðulig støða at koma í. Sum tíðin leið, og eg bleiv bara meiri og meiri neiligur, fór hetta at ávirka mítt lív saman við Harranum. Eg helt tað fyri meg sjálvan og lat, sum um alt var ok, inntil ein dag tá ið eg var sera neiligur.

 

Við eitt var tað, sum um eg fekk eitt slag undir vangan, og ein rødd talaði til mín, sum segði: "Eyðun, sonur mín, vend tínum lógva". Eg hugsaði, at eg skilji ikki rættiliga meiningina, men so vísti Harrin mær, hvussu skaðiligt tað var, sum bardist inni í mær. Eg sá tað sum eina mynd av eini hond, sum bara trýsti niður, sum bara var til ampa. Og so vísti Hann mær, hvussu eg skuldi venda hondini, so eg kundi taka undir hesi menniskju og lyfta tey upp og við minum bønum kundi vælsigna tey og teirra verk.

 

 

Eg brast í grát og sá, hvussu ræðuligt og egoistiskt hetta var, eg rópti til Harran um at fyrigeva mær mínar neiligu tankar og orð. Ein friður og lætti kom yvir meg, og eg fyltist við einum kærleika. Eg setti meg beinanvegin og skrivaði eitt bræv til hesi kæru systkin og bað um fyrigeving, og tá ið eg hevði sent hetta brævið, merkti eg, at ein byrða fall av mær, og eg merkti, hvussu náði Guds opinberaði Guds kærleika fyri mær av nýggjum.

 

Gud hevur kallað okkum at elska menniskju og at elska tey treytaleyst. Gud elskar okkum uttan at siga ”men”. Lat okkum elska uttan ”men”, so sum Gud elskar. Má tað vera so, at menniskju kunnu siga um Guds samkomu: "Hygg hvussu tey elska hvønn annan".

 

Um vit ynskja veking í okkara landi, so mugu vit vísa kærleika í móti hvørjum øðrum og lata egoismuna doyggja. Lat okkum anga av Guds kærleika og venda lógvanum, so hann lyftir upp heldur enn at trýsta niður.

 

1. Jóh. 3, 14 - 16:

 

 

Vit vita, at vit eru farin yvirum frá deyða til lív, tí vit elska brøðurnar; tann, ið elskar ikki, verður verandi í deyðanum. 15. Hvør tann, ið hatar bróður sín, er manndrápari, og tit vita, at eingin manndrápari hevur ævigt lív verandi í sær. 16. Av tí kenna vit kærleikan, at Hann gav lív Sítt fyri okkum; eisini vit skylda at lata lívið fyri brøðurnar.

_____

 

Eg elski tín lítla
og vanvirda flokk,
á, Harri, títt navn veri ærað
Tú ofraði Sonin, og tað er mær nokk,

títt fátæka barn skalt tú varða

 

Tann maður er sælur,
sum livir tær nær,
títt samfelag javnan kann njóta
Í freisting og sorg fær hann styrki frá tær,

sum streymur hans signing skal flóta

 

Frá kraft og til kraft
fram tann flokkurin fer,
sum stillur og eyðmjúkur bíðar,
til Gud ger ein útveg, sum dýrd honum ber,

og fyri sítt navn tey út fríar

 

Ja, túsund ferð heldur
við Jesu forakt
at liva ímillum hans kæru
enn njóta av verðini gleði og makt
og alt, hon kann veita av æru

 

Eg elski Guds fólk,
og eg elski Guds borð,
eg elski Guds sannleik at hoyra,
eg eigi Guds lyfti, eg eigi Guds orð,

og hvat skal eg ynskja mær meira

 

*Marius Absalonsen

_____

 

Skrivað hevur Eyðun Jacobsen

Sí fleiri greinar