Tað verður ofta sagt, at tíðin aftaná jól kann vera tung og myrk at koma ígjøgnum. Tað kann kennast, sum at jólini og tann hugnaliga tíðin gekk alt ov skjótt, nýtt ár er byrjað, og kalendarin fyllist við nýggjum uppgávum.
At fara inn í eitt nýtt ár, kann fáa góðar og minni góðar kenslur fram í okkum. Nøkur hava kanska upplivað tað besta árið nakrantíð og síggja fram til eitt uppaftur betri ár. Onnur hava havt eitt stríð fyri og annað eftir, ímeðan onkur hevur upplivað sorgina at missa ella brotin forhold, og kenna seg einsamallan og gloymdan.
Eitt nýtt ár kann geva vón um, at umstøður broytast og blíva betur, at vit reisa okkum aftur og byrja av nýggjum. Gud er við okkum, hann hevur kraftina at bera okkum ígjøgnum alt. Menniskju rundan um okkum broytast, men Gud broytist ongantíð, hann er altíð hin sami og hevur givið okkum lyftir um at vera við okkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar. ”Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi.”
Lat okkum seta fokus á Gud, fyllast við Hansara gleði og friði. Líkamikið um tað eru góðir ella verri dagar, so kunnu vit minna okkum sjálv á, hvør Gud er, og hvørji lyfti vit eiga í Hansara orði. Gud ynskir at vera ein partur av øllum okkara viðurskiftum í lívinum, Hansara eygu eru yvir okkum, Hann hoyrir okkara bønir. Hann gevur einglum sínum boð um at varðveita okkum á øllum okkara leiðum. Í hesi tíð har tað kann kennast sum eitt stríð ímillum at brúka tíð saman við Gudi ella á sosialu miðlunum, er tað neyðugt, at vit veruliga velja at seta Gud fyrst í okkara lívi, at vit hugsa um, hvat vit raðfesta okkara tíð til. Tá vilja vit uppliva, at okkara hjarta fyllist við takksemi, gleði, friði og kærleika.
”Á Kristus bert mín vón er bygd, styrki og songur mín Hann er. Mín klettur, har eg hvíli trygt, ýla enn stormar, Hann meg ber. Hvør kærleiki, hvør friður her, tá stríð er av, og óttin fer. Mín troystari og sterka borg. Kristus meg elskar, Hann meg ber”.
Jeramias 29:11; ”Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur Harrin – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón”.
Skrivað hevur Annika Frederiksberg