Hjúnabandið
Sonja I. Jacobsen, 06.02.2018

Í dag síggja vit fleiri og fleiri hjúnabond, sum brotna. Fleiri brotin menniskju og fleiri børn, sum hava tvey heim. Men hetta er ikki so løgið, tá man hugsar um, at djevulin ongantíð vil okkum tað besta, men altíð roynir at oyðileggja alt fyri okkum - helst á onkrum øki, har tað rakar fleiri fólk!

 

Gud skapti mannin og kvinnuna til at vera saman og nørast. Men hetta var ikki einasta ætlanin við hjúnabandinum. Nei, Gud ynskir eisini, at vit sum hjún skulu vera har fyri hvønn annan og arbeiða saman fyri at náa tað málið, sum hann hevur kallað okkum til.

 

Um vit samanbera hjúnabandið við eitt borðspæl, so veit tann, sum hevur gjørt spælið, akkurát hvussu man spælir tað. Uppá sama máta er tað eisini við hjúnabandinum: Um vit ynskja, at Gud skal vælsigna okkara hjúnaband, so mugu vit eisini stremba eftir at læra Guds reglar, tí Hann er jú tann, sum uppfann hjúnabandið (innsetti tað fyrsta hjúnabandið), og tískil veit Hann akkurát, hvørjar tankar Hann hevði við tí.

 

Mark. 10:6-9: "Men úr upphavi, (hvørjaferð fólk spurdu Jesus um eitt ella annað, so fór hann altíð aftur til byrjanina, til Guds orginalu plan við hjúnarbandinum. Og tað vil hann eisini, at vit skulu gera – tí sjálvt um vit broyta okkara hugsan um hjúnarbandið, so broytir Gud ongantíð sína hugsan um tað!) táið Gud skapti alt, skapti Hann tey til mann og kvinnu. Tí skal maðurin fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey skulu verða eitt hold. So eru tey tá ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur."

 

Djevulin er fullvitaður um hetta, og tí roynir hann eisini at gera alt fyri, at vit ikki skulu hava tað hjúnabandið, sum Gud ynskir fyri okkum. Hann roynir altíð at fáa okkum at missa fokus og gloyma, at vit eru á sama holdi fyri at vinna! Hann roynir altíð at venda okkum í móti hvørjum øðrum, steðga upp og ikki ganga frameftir. Til dømis roynir djevulin støðugt at prenta hetta tíðarrákið, har okkara ego er í sentrum, inn í okkum, ”um tað kennist gott fyri teg, so ger tað bara!” – ”If it feels good, do it!”

 

Ofta er tað lætt at geva djevlinum skyldina, men onkuntíð er tað eisini vit sjálvi, sum forða fyri, at Gud kann fullføra sína ætlan við okkum! Til dømis eri eg onkuntíð blivin ordiliga irriterað inn á okkurt, sum Búgvi hevur gjørt ella sagt, og innast inni havi eg følt Heilaga Andan siga: ”Birita, lat hatta fara og ikki svara aftur eftir holdinum!”, men púra erligt havi eg ikki altíð verið lýðin Heilaga Andanum. Men akkurát sovorið elskar djevulin. Tað hevði verið fantastiskt, um vit altíð høvdu verið so halgaði og ongantíð sagt nakað negativt við okkara maka. Men so leingi, sum vit eru í holdinum, so hava vit brúk fyri Jesusi fyri at blíva enn meiri lík honum. 1. Pæt. 1:16: ”Tit skulu vera heiløg, tí eg eri heilagur.”

 

Um vit sum hjún halda okkum nær til Gud og veruliga gera okkara besta fyri at spæla eftir hansara reglum, so kemur tað heilt sikkurt at síggjast aftur í hjúnabandinum.

 

Men hvat eru so Guds reglar fyri hjúnabandið? Teir finna vit sjálvsagt í Guds Orði, Bíbliuni. Har eru fleiri dømir at finna, men til dømis er 1. Korint. 13:4-8a eitt gott útgangsstøði. Oftast hoyrir man hesi versini til brúðarvígslur, men hetta er akkurát líka týdningarmikið fyri tey, ið hava verið gift í fleiri ár:

Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp; hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa; hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika; hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt. Kærleikin fellur aldri burtur.

 

Eg haldi, at hetta sitatið sigur tað eisini so gott, og tí vil eg enda við tí:

”Marriage is not a contest, never keep score. God has put the two of you together in the same team to win!”

-”Hjúnarbandið er ikki ein kapping, so ikki telja málini! Gud hevur sett tykkum í tað sama liðið fyri at vinna!”

 

Til endans vil eg eisini bara útfordra teg til at praktisera hetta: Hugsa um, hvat tín maki serliga dámar, og ger so tað fyri hann/hana. Kemur tú ikki í tankar um nakað, so eru onkur hugskot her:

  • Skriva eitt bræv – ella eitt longri sms enn tað vanliga - til tín maka, har tú við uppmuntrandi orðum lýsir hann/hana, og hvat tær dámar við honum/henni
  • Gev eina gávu til tín maka – okkurt, sum honum/henni dámar
  • Bjóða tínum maka út, har tit brúka persónliga tíð saman, uttan skermar – til ein gongutúr, biltúr ella eina máltíð
  • Ger okkurt fyri tín maka, sum hann/hon vanliga ger (til dømis døgurða, støvsuga, skava kavan av bilinum ella okkurt líknandi)
  • Klemma tín maka í minst 1 minutt :) - um tit sjáldan klemmast, so fær hetta heilt sikkurt smílið fram hjá báðum :)

Skrivað hevur Birita Olsen

Sí fleiri greinar