Konsert við Hillsong London
Kodio, 11.01.2018

Nú verður møguleiki at hoyra Hillsong London í Kelduni í Skálafirði.

 

Hillsong er vorðið kent runt allan heimin – serliga er tað tónleikurin, ið fyllir nógv hjá teimum.

 

Hillsong London hevur gjøgnum árini givið fleiri fløgur og stakløg út, m.a. Shout God's Fame, Hail to the King og eiga tey fleiri løg í útgávuni Glorious Ruins. Tey eru kend fyri  teirra eldhug at náa út til menniskju við lovsangi.

 

Sølan av atgongumerkjan er byrjað á netinum í dag. Møguligt er eisini at keypa atgongumerki í forsøluni við kunningardiskin í Kelduni. Kostnaðurin er 169 kr. í forsølu og 225 kr. við dyrnar.

 

Konsertin verður fríggjakvøldið 9. mars kl.20 í Kelduni.

Sí fleiri greinar