Tann reyði tráðurin
Sonja I. Jacobsen, 09.01.2018

Hvat er tann reyði tráðurin í frelsuverkinum? Hava vit mist hann? Hava vit brúk fyri at seta sjóneykuna á hann aftur?

 

Á ársins fyrsta møti, sunnumorgunin 7. januar, var tað Pauli Høj, samkomuleiðari í Kelduni, sum talaði.

 

Pauli talaði um tann reyða tráðin í frelsuverkinum. Hvat er hann?

Tann reyði tráðurin er Jesu blóð.

 

Pauli kom inn á Jesus blóð, týdningin og munin á gomlupakt og Jesusi. Hann kom eisini inn á, hví Gud valdi blóð sum tann reyða tráðin.

 

Pauli byrjaði við at tosa um eina mynd frá tí tímiliga - um vit skylda pengar ella keypa okkurt, hava vit tá dekning fyri tað?

 

Tað einasta, sum keypir okkum leys frá synd og plágu, er Jesu blóð! Her kom Pauli inn á vers, sum vísa á Jesu blóð:

Op. 5,9… vit eru keypt við Jesu blóð.

Op. 2:5: Vit eru loyst við Jesu blóð.

1. Pæt. 1, 18-19: Vit eru leyskeypt við dýra blóði Jesusar.

Áps. 20, 28: Jesus vann við sínum egna blóði - Hann vann á myrkrinum og teimum leinkjum, sum hava bundið menniskjuni.

 

Vit mugu ongantíð missa Jesu blóð og kraftina í hesum!

 

Pauli kom eisini inn á, hvønn týdning blóð hevði í gomlu pakt. Hebr. 9, 7 - høvuðspresurin fór inn at ofra fyri misgerðirnar hjá menniskjanum.

 

Í síðstu pláguni, tá Ísraelsefólk skuldu koma út trældóminum í Egyptalandi, hevði blóð ein avgerandi týdning. Tá skuldi Móses fyrireika fólkið, til at deyðseingilin kom framvið. Ísraelsfólk skuldi slakta og ofra og smyrja blóðið á durastavin, so at deyðseingilin fór framvið. Fólkið skuldi halda seg innanfyri durastavin, tí blóðið skuldi verja fólkið. Tey høvdu dekning av blóðinum, tað var ein blóðlinja, sum dekkaði tey, eins og Jesus blóð ger í dag við okkum.

 

Í dag er tað Jesu blóð, ið verjir okkum. Øll, sum eru undir Jesu blóð, kunnu koma undir kraftina av Jesusi.

 

Tí er tað ikki undarligt, at Jesu blóð broytir menniskju.

 

Jesu blóð hevur framhaldi virknað í dag. Hebr: 9, 12… sítt egna blóð einaferð fyri altíð

1. Jóh. 1, 7: Liva í ljósinum, samfelag við hvønn annan og blóð Jesusar reinsar okkum frá allari synd.

 

Pauli endaði við Op: 12, 11. Teir hava sigra hann(djevulin) við blóði lambsins og við orði vitnisburðar hans…

 

Blóðið kemur at ávirka okkum og hevur kraft til at frelsa, broyta, grøða og at gera undir og tekin. Lat okkum ikki missa tað….

 

Myndir kunnu síggjast HER

 

Møtið kann síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar