Tá vit tosa um Guds frelsuætlan og skulu finna tann reyða tráðin í hesi hending, síggja vit fleiri ting, sum ganga aftur. Jesu blóð er sera týðandi, tað peikar eisini á líðingarfrásøgnina og krossin.
Seinastu tíðina eri eg sterkt mintur á blóðið, sum Bíblian talar um bæði í G.T. og N.T. Eg haldi, at tað er uppá sítt pláss at seta sjónareykuna á júst hetta evnið, nú vit ganga inní ár 2018.
Um vit hava eina stóra skuld, so er einki betur, enn at hava dekning fyri hesa skuld, ella um tað er okkurt, vit muga keypa, at vit hava pengarnar.
Opb. 5:9 tosar um, at vit eru keypt við Jesu blóði.
Opb.1:5 – Honum sum elskar okkum og hevur loyst okkum frá syndum okkara við blóði Sínum
1. Pæt. 1:18-19 Tit vita jú, at tað var ikki við tí, sum forgeingiligt er - silvuri ella gulli - tit vórðu leyskeypt frá dáraatburði tykkara, sum arvaður var frá fedrunum. Nei, tað var við dýra blóði Kristusar - sum av lýtaleysum og ódálkaðum lambi
Ápstl. 20:28 Tosar um tey, sum Hann vann Sær (goldið) við Sínum egna blóði.
Irene Park bleiv ein yvirgivin kristin. Men áðrenn tað var hon ein høgt vird heks í Florida, sum førførdi gentur og dreingir inn í okkultar aktivetetir. Hon segði, at tey børn, hon ongantíð kundi náa, vóru tey, har foreldur vardu tey, við at biðja yvir teimum í Jesu navni, ímeðan tey høvdu álit á Jesu blóð og ta ávirkan, tað hevði.
Í dag kemur nógv okkult sníkjandi inn í skúlar undir dulnavninum “inklusión,” skrivi- og talufrælsi. Tað er orsøk at hava ein ótta fyri hesi gongd, og tí er gott at hava foreldur og lærarar, sum biðja og ákalla Jesu blóð yvir børnini.
Í dag kunnu vit fylgja við okkara børnum við fartelefonum, men størsta verjan, vit kunna geva teimum, er at ákalla Jesu blóð, tí Satan bleiv sigraður á krossinum ígjøgnum blóðið, og er hetta eisini okkara sigur sum trúgva. (Kelda: Et ord til dagen)
Opb. 12:11 Teir hava sigrað hann (djevulin) við blóði lambsins og við orði vitnisburðar síns;
v.7-9 tosar um ein bardaga í himli, har djevulin bleiv sigraður.
Her verða vit mint á vitnisburðin og orðið, sum vit kunna boða. Eisini biðja út í trúgv, tí tað er kraft í Jesu blóði, sum gevur sigur á myrkursins valdi.
Tú veitst ikki, hvussu dýrabar heilsa er, fyrr enn tú ert sjúkur. Tá tú ert svangur ella hungrar, gerst maturin dýrabarur. Tostin ger vatnið virðismikið, og fátakæradømið ger ríkidømi dýrabært. Synd ger Jesus blóð dýrabart og virðismikið, tí uttan Jesu blóð er eingin reinsan frá synd.
1 Jóh 1:7 Men liva vit í ljósinum - eins og Hann er í ljósinum - so hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesusar, Sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd.