Hvat fyllir okkara gerandisdag?
Sonja I. Jacobsen, 19.12.2017

Hvat upptekur okkara tíð? Hvørjum hyggja vit eftir? Hvørjum lurta vit eftir? Hvat ger okkum kedd? Hvat ger okkum glað? Hetta eru alt spurningar, sum vit verða noydd at seta okkum sjálvum javnan.

 

Døgnið hevur 24 tímar. Fyri at vera nøkulunda sunnur, so siga tey klóku, at vit sum vaksin skulu sova 8 tímar hvørja nátt. Tað gevur okkum 16 tímar, har vit eru vakin, og av teimum 16 tímunum fara umleið 8 tímar (ofta meira enn tað) til arbeiði ella skúla.

 

Hvat gera vit so, tá ið vit eru komin til hús?

Heilsa uppá familjuna, gera døgurða, eta døgurða, fara til okkurt ítriv, vitja vinir, fara til okkurt tiltak og so víðari. Áðrenn tú veitst av, so er aftur songartíð. Men líka áðrenn man leggur  seg, so er tíð til eitt sindur av avslappning framman fyri skerminum. Tað vil so verða framman fyri einum sjónvarpi, har man kann sita leingi og hyggja eftir onkrari seriu ella filmi. iPaddurin, iPhone, telda og so víðari, har man kann sita leingi og lesa um alt møguligt. Nåh, so var klokkan komin, og nú skal sovast.

 

Kennur tú teg aftur? Eg kenni meg aftur...

 

Tað er sum so einki galið við tí, sum eg nevni her. Men tó. Er tað nakrastaðnis í dagligdegnum pláss fyri Gudi? Er tað nøkur tíð til at lesa í Guds orði, nøkur tíð til bøn og nøkur tíð til rannsakan og halgan?

 

Hvat ger okkum kedd/óð?

Tað eru nógv, sum eru kedd og óð, tá ið Liverpool tapir, ella tá Manchester United tapir, og man gongur hálvgum við gron, tí at liðið, ið man heldur við, tapti.

Eg elski fótbólt - bæði at hyggja eftir og at sparka sjálvur. Tí veit eg akkurát, hvussu tað er, og ja, tað er irriterandi. Summi eru kedd og óð, tí at politikarar ikki taka tær avgerðir, sum man vildi ynskt. Og ja, tað er eisini smákeðiligt.

 

Men hvat við, tá man hoyrir um fólk, sum hava vent Gudi bakið? Onkran, sum var blivin frelstur, men so valdi at fara aftur á gamlar leiðir og liva fyri seg sjálvan. Hevur tað nakra ávirkan á okkara støðu, blíva vit kedd? Ella hvat við tá tey kristnu, muslimar, jødar og onnur blíva forfylgd og dripin, blíva vit tá óð?

Ella ávirkar bólturin og politikkurin meira okkara kenslur, enn tá okkara næsti vrakar Jesus, ella næsti okkara  verður forfylgdur?

 

Hvørjum hyggja og lurta vit eftir?

Er tað líkamikið, hvat vit fylla okkum við? Ella er tað ikki so, at tað, ið vit fylla okkum við, onkursvegna eisini má koma út aftur? Er lovsangur frá í bilinum, oyramikrofonunum, heiminum og so víðari? Ella lurta vit heldur eftir sangum um øvund, stoltleika, sex, siðloysi, alkohol og annað líknandi?

Nú ljóðar tað, sum um at tað ikki er nakað millumting, tað er tað sjálvandi. Men ”overdrivelse fremmer forståelse”.

 

Tað er nøkunlunda tað sama við tí, sum vit hyggja eftir. ’Ansa eftir hvat tú sært, eyga mítt’, sigur ein barnasangur. Sangurin er tó ikki bara til børn - langt frá. Tað er so ræðuliga umráðandi at ansa sær, hvørjum man hyggur eftir. Tað er sera nógv tilfar á netinum og í sjónvarpinum, sum er gagnligt fyri teg, og tað er sera nógv tilfar á netinum og í sjónvarpinum, sum er skaðiligt fyri teg. Tað er títt val, hvørjum tú fyllir teg við.

 

Nú tá eg havi verið eitt sindur fýrkantaður eina løtu, so er spurningurin bara: hvat skulu vit so gera?

 

Eg havi ikki nakað fullkomið svar uppá alt, men lat okkum fyri tað minsta seta Gud sum nummar eitt í okkara lívi. Meira tíð saman við Gudi enn í telefonini. Latið okkum brúka tíðina uppá felagsskap við Skaparan hjá okkum ístaðin fyri at sita framman fyri skýggjanum. Um tað merkir, at okkurt annað í okkara lívi má droppast, so be it!

 

Latið okkum ikki leita eftir gleði í øllum verðsligum tingum, men gleðast um frelsuna, og latið okkum gleðast í HARRANUM. - Filippibrævið 4:4

 

Latið okkum hava eina neyð fyri næsta okkara. Eina neyð, sum ikki kemur av sær sjálvari, men sum kemur, tá vit brúka tíð saman við Gudi og lata Hansara anda smitta yvir á okkara lív. - Markus 12:31

 

Komið vit øll og fyllið okkum við Heilaga Andanum, Guds orði, lovsangi og so víðari, soleiðis at tað eisini er Guds evangelii og Heilagi Andin, ið sprettur úr okkara lívi.

 

Og síðst, men ikki minst, latið okkum festa okkara eygu á Jesus, og latið okkum hava eyguni fokuseraði á Hann. - Matteus 15:18

 

Eitt, sum er púra sikkurt, er, at tíðin stendur ikki í stað. Klokkan slær, tíðin fer.

 

“You may delay, but time will not.”

― Benjamin Franklin

 

Skrivað hevur Markus Olsen

Sí fleiri greinar