Tann útrætta hondin 
Sonja I. Jacobsen, 05.12.2017

Vit eru nú komin inn í desember mánað - tíðin, tá størsta gávan varð okkum givin. Hetta er eisini ein góð tíð til at gera eitt sindur eyka fyri okkara næsta. 

 

Samkoman fer aftur í ár at bera smákøkur og heilsur út, og tað er "Tann útrætta hondin", ið samskipar tiltakið.

 

Brúk er fyri hesum:

 

Nr. 1 - Smákøkur

Vit fáa brúk fyri nógvum smákøkum. Deiligt hevði verið um tit baka smákøkur, og seta tær inn í køkin ella við kunningardiskin í Kelduni komandi sunnudag 10. december. Seinasta freist at lata køkurnar inn er 17. desember. Vit ætla at gera køkurnar klárar at bera út aftaná møtið tann sunnudagin.

 

Nr. 2 – At koyra pakkarnar út

Deiligt hevði verið, um onkur vil vera við at deila pakkarnar út til ymsar bygdir?

 

Vónandi fer undirtøkan at hjálpa til at verða eins góð og undanfarin ár.  Tit kunnu stuðla tiltakinum frá samkomuni við at skriva á tel. 52 97 49. Viðmerk, um tú vilt baka smákøkur, ella um tú vilt bera pakkar út.

 

"Tann útrætta hondin"

 

Myndir frá pakkingardegnum í 2015 síggjast HER

Sí fleiri greinar