Frælsi
Sonja I. Jacobsen, 05.12.2017

Benjamin Franklin var ein av stovnarunum av amerikanska tjóðveldinum, og hevði hann saman við hinum stovnarunum sitið og arbeitt við skipanini, sum skuldi leggja støði undir nýggju grundlógini.

 

Á seinasta degi, tá ið samkoman, sum samráddist var liðug við sítt arbeiði, og Benjamin Franklin var á veg út, varð hann spurdur av eini kvinnu, sum stóð uttanfyri –

 

“Hvat hava tit givið okkum? – er tað eitt monark ella ein republikk?”

 

Tá svaraði Benjamin uttan at drála “ein republikk frúa - um tit eru før fyri at halda uppá tað”.

 

Man má hava í huga, at hettar var í einari tíð, tá man ikki kendi til demokrati og persónligt frælsi í tann mun, sum vit gera tað í dag. Grundleggjararnir høvdu skapt karmarnar fyri, at fólkið kundi liva frælst – men teir vitstu samstundis, at frælsi er torført at halda uppá.

 

Teir vistu, at tað eru vandar, sum hótta frælsið, og at hesir vandar fóru eisini at hótta teirra nýstovnaðu skipan.

 

Serstakliga vóru tað tríggir vandar, sum mann hevði eyguni eftir:

 

1.     Ein vandi uttanfrá. At ein onnur tjóð kundi koma og taka frælsið frá fólkinum við hernaðarligum valdi. Hettar var tó ikki nakað, sum grundleggjararnir løgdu stórvegis í, av tí at landið er vart av Atlantshavinum á tí einu síðuni og av Kyrrahavinum á hinari. Hóttanin um innrás var tískil ikki nakað, sum teir sóu sum ein reellan vanda.

 

2.     Tað var tó ein annar vandi, sum teir sóu meira álvarsliga uppá - Spilla av góðum siðum. Teir vitstu, at eitt fólk, sum er frælst, má duga at stýra sær sjálvum og má vera siðiligt. Dugir fólkið ikki sjálvræði, so kemur tað at beina fyri sær sjálvum. Eitt frælst fólk, má vera eitt moralst fólk.

 

3.     Tann seinasti vandin var tíðin. Tíðin ger, at vit gloyma. Gloyma, hvat ið vit høvdu áðrenn og gloyma tað, sum vit hava fingið, og fara tískil at vanvirða tað, sum er givið okkum. Gloymir fólkið, hvat tey hava fingið, so fara tey ikki at verja tað og fara til endans at missa tað.

 

Nú kann tað tykjast sum, at eg haldi meg hava skil fyri politikki, men tað havi eg ikki, og er tað ikki tí, at eg havi tikið hettar upp. Men eg haldi, at í hesum eru sannleikar, sum kunnu førast yvir á tað andaliga lívið.

 

Tað er ikki pláss fyri at fara í dýptina við hesum her, og havi eg longu skrivað ov langt, men eg kundi hugsað mær heilt stutt at sett ljós á tveir sannleikar í hesum sambandi.

 

Joh. 8, 34 - Jesus svaraði teimum: "Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvør tann, ið ger synd, er trælur syndarinnar.

 

Joh. 8, 36 - Fær tí Sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir.

 

Vit síggja her munin millum tann, sum livir eftir gomlu skipanini og tann, sum eru komin inn undir skipanina, sum Jesus setti á stovn. Jesus minnir teir á, at syndin er álvarslig, og at tann, sum ger synd, er trælur at henni.

 

Syndin hevur haraftrat sera stórar avleiðingar. Mann sær menniskju, og er mann mangan soleiðis sjálvur, at tá ið avleiðingarnar av syndini eru blivnar ov svárar, so vendir mann um. Um ikki av aðrari orsøk, so vegna avleiðingarnar.

 

Sum ein seinasta roynd, so kastar mann seg í armarnar á Jesusi og finnur har fyrigeving, frælsi, upprættan og troyst.

 

Tað, sum tyktist so ógjørligt og so vónleyst, er bráðliga ikki so vónleyst longur. At geva lív sítt yvir til Jesus broytir alt og setir alt aftur í rætt perspektiv. Mann finnur eitt frælsi, sum ikki finst í nøkrum øðrum.

 

Men hóttanir eru móti frælsinum. Tað eru nakrir vandar, sum gera, at vit kunnu missa tað aftur og fella inn undir sama trældóm, sum vit vóru undir áðrenn.

 

Oftani vita vit ikki, at vit eru á tí skeivu leiðini, fyrr enn leinkjunar eru um okkum og fyrr enn avleiðingarnar av syndini byrja at vísa seg aftur.

 

Eins og grundleggjararnir vitstu, at eitt frælst fólk má hava sjálvræði, soleiðis er eisini við okkum. Lord Acton segði: “frælsi er ikki loyvi til at gera tað, man vil, men møguleikin til at gera tað, sum man eigur”.

 

Við Jesusi hava vit fingið frælsi, men tað er eitt sindur øðrvísi, enn vit høvdu ímyndað okkum. Paulus minnir okkum á í 1. Kor. 6, 19-20, at vit eru dýrt keypt, og at vit eru ikki longur okkara egnu.

 

Hettar minnir um tað, sum vit lósu omanfyri, men er størri enn tað. Fyri at vit kunnu vera fræls, so eiga vit ikki bert at hava sjálvræði, men vit mugu undir Guds ræði. Hann er tann, sum eigur okkum nú, og eitt frælst menniskja má fáa eitt nýtt hjarta og eitt nýtt sinni og lata seg fylla dagliga. Vit eru ikki longur okkara egnu, men Hann eigur okkum nú.

 

Tá ið vit vildu ráða sjálvi, fullu vit undir trældóm, men tá ið Hann sleppur at ráða í okkum, so verða vit fræls.

 

Tann næsti sannleikin, sum kann finnast í hesum, er, hvussu tíðin hevur lyndi til at fáa okkum at gloyma.

 

Tað er áhugavert, hvussu gott tað er, sum Jesus ger. Tað stendur, at Hann fyrigevur okkum syndir okkara og reinsar frá allari órættvísi. Tað vil siga, at Hann grøðir til fulnar tey sár, sum vit fingu av syndini.

 

Trupulleikin við okkum er tó, at við tíðini, so gloyma vit eisini, at tey tingini, sum leiddu okkum til fall, enn eru eins vandamikil fyri okkum, sum tey vóru fyrr. Og sum tíðin gongur, so hevur man lyndi til at undirmeta hendan vandan og taka inn aftur tað, sum Jesus hevur frelst okkum frá.

 

Jesus kallar okkum ikki bara til at hata avleiðingarnar av syndini, men eisini at hata syndina sjálva, soleiðis at vit halda hana langt burtur frá okkara lívi.

 

Orðt. 8,13 At óttast HARRAN er at hata hitt illa; stoltleika, hugmóð, hin ónda vegin og hin falska munnin, hetta hati eg.

 

Vit mugu biðja Gud um at minna okkum á, bæði hvussu ringt tað er at liva uttan Hann og minna okkum á, hvussu góður Hann hevur verið móti okkum.

 

Sálm. 103,2  Lova HARRANUM, sál mín, og gloym ikki allar vælgerðir Hansara!

 

Skrivað hevur Øyvind Bjerkenes

Sí fleiri greinar