Temavikuskifti um Ísrael
Sonja I. Jacobsen, 22.11.2017

Um vikuskiftið verða nógvir spennandi fyrilestrar í Kelduni -  sjóneykan verður sett á Ísrael.

 

Leygardagin 25. november kl. 17, verður ein áhugaverdur fyrilestur við Roar Sørensen. Evnið verður "Hvørja ábyrgd kirkjur/samkomur hava yvirfyri Ísrael?"

 

Byrjað verður kl. 17, og møguleiki verður at spyrja spurningar. Eftir fyrilesturin - umleið kl. 18.30 - er møguleiki at keypa grýturætt fyri kr 50,-. Eisini verður kaffi og okkurt gott afturvið.

 

Kl. 20 verður Awake, har Roar eisini luttekur. Tá veðrur evnið "Hví Ísrael?"

 

Sunnumorgunin kl. 11 tosar hann útfrá evninum "Ísrael, Guds eygnasteinur".

 

Um Roar Sørensen:

Roar er bachelor í Gudfrøði frá LO University og hevur tvær masterútbúgvingar frá Hebrew University í Jerusalem. Eina master í ísraelskari mentan og eina master í ísraelskum politikki. Hann tosar flótandi hebraiskt og hevur tí eitt tætt innlit í ísraelska samfelagið.

 

Roar hevur ábyrgdina av ísraelsarbeiðinum hjá Livets Ord, og inniber hetta millum annað at skipa ymiskar túrar til Ísrael, skipa stutttíðar bíbliuskúlar í Jerusalem, undirvísa um Ísrael í samkomum/kirkjum o.a.

 

Allir fyrilestrar eru ókeypis, og øll eru vælkomin! Bjóða endiliga fleiri við :)

Sí fleiri greinar