Jesus grøðir í dag!
Sonja I. Jacobsen, 21.11.2017

Á møtinum sunnumorgunin høvdu vit vitjan av Claus Møller úr Danmark, sum eisini talaði á Awake leygarkvøldið. Hann er ein evangelistur, ið ferðast til nógv lond at boða boðskapin um frelsu og grøðing ígjøgnum Guds kraft.

 

Claus tosaði um at hava trúgv og at liva sigrandi í Jesusi. Harrin ynskir at vælsigna okkum í øllum umráðum í okkara lívi. Vit skulu ikki grunda okkara trúgv á kenslur, men á tað, ið Harrin sigur í Sínum orði. Harrin hevur skapað okkum til frælsi. Vit mugu seta Hann fyrst og Hansara orð. Vit eru loyst frá øllum og liva í Harrans vælsignilsum.

 

Jesus bað og grøddi øll, Hann bað fyri. Hann hevur umsorgan fyri øllum og er komin fyri at seta okkum í frælsi. Hann er ikki broyttur, men Hann livir og er hin sami í dag. Vit hava fingið alla makt og myndugleika frá Harranum. Vit kunnu biðja fyri sjúkum.

 

Claus kom inn á vers í Guds orði, um at Harrin er frelsari og grøðir. Claus nevndi, at tað er sera umráðandi, at vit fáa undirvísing um hettar og trúgva hesum. Hann nevndi m.a. hesi vers:

 

2. Mós. 15, 26. Har Harrin sigur ”Eg eri Harrin, Lækni tín”.

Matt. 9, 35. Her lærdi Jesus, undirvísti og grøddi allar sjúkur.

Luk. 4, 2. Um at Harrans Andi er yvir okkum.

Mark. 5, 25. Um kvinnuna við blóðsøtt, sum hevði stóra trúgv og bleiv grødd.

 

Claus kom eisini inn á fleiri vitnisburðar, har hann hevði biðið fyri fólki, sum blivu grødd í Jesu navni.

 

Møtið kann síggjast HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar