Í døgunum 18. og 19. november verða grøðingarmøtir í Kelduni.
Danin Claus Møller, kemur á vitjan. Hann er ein evangelistur, ið ferðast í nógv lond við boðskapinum um frælsi og grøðing ígjøgnum Guds kraft. Hann hevur áður verið í Kelduni – fyri áleið 10 árum síðani.
Claus hevur ein viðkomandi boðskap til okkara tíð. Hann tosar við frímóð og salving. Hesa síðstu tíð hevur Claus upplivað nógvar grøðingar í sínari tænastu. Hann virkar við hesi gávu, nú hann aftur kemur at vitja okkum í Kelduni .
Tú ert vælkomin til hesi møti, har tú eisini kanst bjóða øðrum við, sum hava brúk fyri at uppliva Harran til anda, sál og likam.
Møtini verða:
Leygarkvøldið kl. 20.00
Sunmorgunin kl. 11.00
Sunnukvøldið kl. 18.00