Eitt lív í tilbiðjan
Sonja I. Jacobsen, 07.11.2017

Eg skal lova HARRANUM altíð, prís Hansara skal altíð vera mær á munni. Sálm. 34:2 

 

Lovsangur og tilbiðjan liggja sera tætt at mínum hjarta. Eg elski at tilbiðja Gud og syngja Honum lovsang. Fyri meg er tilbiðjan ikki nakað, vit bert gera í samkomuni. Tað skal vera okkara hugburður og eigur at vera okkara lívsstílur og okkara eyðkenni sum trúgvandi.

 

Vit mugu koma har til og viðurkenna, at Gud er stórur og verdur alla okkara lovprísan. Tað er sera umráðandi fyri okkum sum trúgvandi, at vit lesa Guds orð (fáa andaliga føði) og hava okkara løtur saman við Gudi, har vit kunnu koma at kenna Hann betur. So at vit í dagligdegnum kunnu upphevja Hann og tilbiðja Hann í okkara gerðum og orðum og vera eitt vitni, har vit eru.

 

Lat orð muns míns og hugsanir hjarta míns líka Tær, Harri, klettur mín og endurloysari mín! Sálm. 19:15

 

Ein stórur fyrimunur við at liva eitt lív í tilbiðjan er, at tá vit liva nær Gudi, dregur Hann okkum nærri at Sær. Tí er tilbiðjan avgerandi fyri okkara lív sum trúgvandi. Um vit ikki liva nær Gudi, kenna vit ikki Hansara nærveru, og tá kann tað kennast torført at koma ígjøgnum tungar løtur í lívinum. Tí mugu vit læra okkum at liva hvønn dag í ljósinum av Hansara náði og treytaleysa kærleika.

Tað er jú í tilbiðjanini, at vit síggja Guds óendaliga kærleika og umsorgan fyri okkum.

 

Mín bøn er, at um vit øll liva eitt lív í tilbiðjan, eitt lív nær Gudi, fara vit at síggja vøkstur í okkum sjálvum og vøkstur í samkomuni.

 

Latið okkum tá - við Honum - altíð bera Gudi fram lovoffur - tað er ávøkstur varra, sum lova navni Hansara! Hebr. 13:15

 

Skrivað hevur Kristina Nónklett Hansen

Sí fleiri greinar