Gud er kærleiksfullur
Sonja I. Jacobsen, 01.11.2017

„Tað er ómetaliga týdningarmikið fyri okkum, at okkara hugmynd av Gudi samsvarar best møguligt við Gud sum Hann veruliga er“ A. W. Tozer

 

Gud er kærleiki. Besta prógvið um Guds kærleika síggja vit gjøgnum Jesus, sum er ein fullkomin mynd av Gudi. Jesus var Gud í holdi. Gjøgnum Jesu lív og verk síggja vit kærleiksfulla lyndi Guds. Tá Jesus gekk á jørð, kom Guds kærleiki gjøgnum Hann ferð eftir ferð til sjóndar. Hann vísti teimum veikastu stóran kærleika. Hann nam við tey, sum samfelagið skýggjaði. Hann elskaði tollarar, syndarar og skøkjur. Einki menniskja hevur nakrantíð víst slíkan markleysan kærleika, ið Jesus vísti. Orsøkin er tann, at Jesus var meira enn eitt vanligt menniskja. Hann var Gud í holdi. Jesu deyði á krossinum var besta prógvið um Guds óavmarkaða kærleika til øll menniskju.

Jesus talaði nógv í líknilsum. Hann brúkti líknilsini til at lýsa andaligar meginreglur, menniskjans natúru og Guds natúru.

 

Eitt hitt kendasta líknilsið er um hin burturvilsta sonin, sum er endurgivið í Luk. kap. 15. Í hesum líknilsi fortelur Jesus um tveir synir. Tann yngri sonurin var framligur og frekur og bað pápan um at fáa sín part av arvinum. Hann bað um arvin, áðrenn pápin var deyður! Óhoyrt, men pápin eftirlíkaði. Sonurin fór heimanífrá og livdi eitt syndafult lív. Hann spilti burtur ogn sína. Hann fór so langt út at koyra, at hann endaði í arbeiði at geva svínum at eta (svín vóru fyri jødar andstyggilig og órein rituelt). Hann var komin á botn. Men søgan endar ikki her. Sonurin ásannar síni mistøk og vendir um. Hann vendir heimaftur og vil spyrja pápan, um hann kundi fáa arbeiði sum ein vanligur arbeiðsmaður. Síðan lesa vit hesi vøkru og rørandi vers:

 

So reistist hann og kom til faðir sín. Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðirin hann, og honum tykti hjartaliga synd í honum; hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann. Men sonurin segði við hann: „Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær! Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín.“ Tá segði faðirin við tænarar sínar: „Farið eftir hinum bestu klæðunum og latið hann í tey, og gevið honum ring á hondina og skógvar á føturnar! Farið síðani eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latið okkum eta og vera glað! Tí hesin sonur mín var deyður og er vorðin livandi aftur, hann var mistur og er funnin.“ Tey byrjaðu nú at vera glað.

(Luk. 15,20-24).

 

Sonurin fær eina móttøku frá pápa sínum, ið hann ikki hevði droymt um. Pápin klemmaði og mussaði sonin. Pápin hevði bíðað eftir soninum. Hann hevði eina vón um at síggja hann aftur. Hann hevði brennandi kærleika til sín fortapta son. Pápin var helst eldri og múgvandi maður og hevði fín klæði. Tað sømdi seg ikki hjá honum at renna í slíkum klæðum. Men hetta legði hann einki í. Tann fortapti sonurin, sum var vendur heimaftur, hevði størstan týdning. Kossurin var tekin um kærleika til sonin og at hann var góðtikin júst sum hann var. Hann varð góðtikin hóast sín skammiliga atburð.

Pápin gav soninum ring á hondina. Hetta var eitt sonartekin; eitt tekin um, at hann hoyrdi til familjuna. Hann fekk skógvar á føturnar. Hetta er sigandi, tí skógvarnir bóru boð um, at hann var góðtikin sum sonur. Og gøðingarkálvurin (fitaði kálvurin), ið kundi føða eina heila bygd, bleiv slaktaður. Og stór veitsla varð hildin. Hví? Tí sonurin var deyður og var vorðin livandi aftur, hann var mistur, men funnin aftur (v. 24).

 

Henda søgan, sum er best kend sum „líknilsi um hin burturvilsta sonin“, kundi líka væl itið „líknilsið um hin kærleiksfulla faðirin.“ Søgan vísir okkum Guds hjartalag ímóti okkum menniskjum. Gud Faðir okkara hevur brennandi kærleika til øll menniskju. Eins og faðirin í líknilsinum, vil Gud klemma og góðtaka ein og hvønn. Tað er vón fyri tí, sum er djúpt fallin. Gud Faðir bíðar og leingist eftir tí burturvilsta. Best er at vera heima hjá okkara kærleiksfulla og náðiríka Faðiri.

 

Brot úr bókini Lívið nær Gudi eftir Rúna Rasmussen.

Sí fleiri greinar